Listaleypurin 2024-25
Ahvaland (AX)
Í hesi verkstovu fara næmingarnir at skapa egin plakatprent. Teir seta saman orð við einkultum prentbókstavum og læra at nýta eina einfalda prentpressu til at gera smáar plakatir við. Næmingarnir fáa undirvísing í, hvussu ein prentar á prentpressu og síggja dømi, har onnur hava prentað við hesum háttinum. Teir umrøða og sniðgeva í bólkum eina plakat, og sleppa síðani at royna seg við sínum egna prenti.
Longd: 5 skúlatímar (1 dag)
Tíðarskeið: 8. - 12. apríl 2025
Floortje Zonneveld og Alberte Holmø Bojesen (NL/DK)
Tari er eitt framúr høvi til at gerast kunnugur við føroyska taraskógin. Í samstarvi við TARI, og ígjøgnum listarliga felagsgransking, vilja vit gera taran sjónligan, ítøkiligan og granska teir stóru møguleikarnar, hann rúmar. Børnini fara at læra um umhvørvið og skapa ymiska list og søgur burturúr tara.
Longd: 2 dagar - uml. 8 tímar
Tíðarskeið: 10. - 21. mars 2025
Dance2Cello (NO)
Tríggir persónar sita saman, men eru ikki saman. Allir sita og hyggja í hvør sín skíggja og tosa ikki við hvønnannan. Friður fyllir rúmið. Eingin streymur er eftir hjá einum teirra, og skíggin sløknar. Hann keðir seg og byrjar í staðin at trumma við fingrunum og spæla sær við rútmum og sløgum. Knappliga hava allir tríggir slept skíggjanum. Eitt rútmiskt spæl er í gongd. Ein nærvera. Tónleikur, dansur og beatboxing skapar eitt samanspæl, har undran, avbjóðingar og spæl við áhoyrararnar kyknar. Hvussu fer hetta at enda?
Longd: 40 min.
Tíðarskeið: 3. - 7. mars 2025
James Goodwin og Markus Fríði Hammer (FO)
James og Markus venda aftur við nýggjum sambarútmum í hesi stuttligu og lívligu verkstovuni. Samba hevur eggjandi og orkumiklar suðuramerikanskar rútmur og er eitt tað best umtókta toymismennandi virksemið, sum er til. Tað er skjótt og einfalt, og tað vekir sansirnar. Felagsorkan í trummuslátti fær skjótt rikið smædnið burtur, og tú gerst styrkt og hvíld. Bólkaundirvísingin endar við eini stuttari framførslu. Ver til reiðar at hoyra nakað av gangi!
Longd: 50 min.
Tíðarskeið: nov. 2024
Eventyr i parken (NO)
Kom við Mikkjal revi á ferð, tá hann ætlar sær at fríggja til Revaeinkjuna. Hann hevur brúk fyri hjálp tykkara. Hetta er ein útisjónleikur um vinarlag, rættvísi og kærleika.
Longd: 60 min.
Tíðarskeið: apríl 2025
Duo Cortese Ruymbeek (BE/US)
Undirvísararnir fara í hesi spennandi verkætlanini at framføra og undirvísa børnunum í løgum og tekstum, ið eru skrivað til minnis um persónar og hendingar. Komið verður inn á bæði eldri og nýggjari fólkatónleik. Á verkstovuni fáa næmingarnir høvi at gera sítt egna lag, sangtekst ella sang til minnis um ein persón ella eina hending, ið teir meta, hevur virði at minnast.
Longd: 1 t framførsla 2 tímar verkstova
Tíðarskeið: 13. - 17. jan. 2025
John Håvard Nomedal (NO)
Á verkstovuni fáa allir næmingar í flokkinum høvi til at gera ein stuttfilm við vegleiðing frá tveimum serkønum filmsskaparum, sum eru vanir at undirvísa børnum í filmsframleiðslu. Næmingarnir fáa teldlar (ipaddar) frá okkum at nýta á verkstovuni, so teir kunnu vera skapandi á ein tryggan, góðan og líkan hátt. Teldlarnir vera nýttir til bæði upptøku og klipping av filminum og tøknin er so einføld, at ein og hvør kann vera við. Vit leggja áherðslu á, at øll skulu hava javnt góðan møguleika fyri at luttaka í skapandi tilgongdini.
Longd: 4 t. í undirvísing - 5 t. í alt.
Tíðarskeið: 4. - 8. nov. 2024
Torleik Mortensen, Hjørtur Pæturson Háberg, Dánjal á Neystabø og Lasse Jæger (FO/DK)
JAZZKRASSJ gevur børnum í øllum alduri kunnleika til djass. Eitt frásøgufólk og ein djass-trio fær rúmið at svinga, oyruni at frøast og tekur áhoyrararnar við á eina undurfulla ferð í djassinum. Málið er at finna útav, hvønn djass børnunum best dámar. Á ferðini koma vit so langt inn í djassheimin, at vit gerast pøst, í ørviti og púra “fordjassað”.
Longd: 40 minuttir
Tíðarskeið: 17. - 21. feb. 2025
Dansivirkið RIVA (FO)
Hvør á kroppin á øðrum er ein trídansur, ein nærverandi og lurtandi koreografi við støðugum sambandi millum rørslur og dansarar. Verkið kann samanberast við eitt kropsligt kaleidoskop, har hvør rørsla hjá einstaka dansaranum er neyvt treytað av rørslunum hjá hinum. Her koma hugtakandi brigdi og søgur um millummenniskjaslig sambond til sjóndar í einum abstraktum úttrykki.
Longd: í alt 2 skúlatímar
Tíðarskeið: 3. - 7. mars 2025
Flytifólk (FO/DK/DE/GB)
Flytifólk tekur børnini við á eina tónleikarliga ferð til bæði verulig og ímyndað støð. Teir fýra tónleikararnir, eggja til forvitni og uppdagan, tá teir spæla tónar frá ymsum londum og mentanum. Teir kanna bæði glaðar og syrgiligar tónar á vegnum. Listafólkini bjóða børnunum at luttaka, við at velja úr hvørjum landi tey næst vilja hoyra tónleik. Einkla pallsmíðið og leikgripirnar til konsertina hevur navnframa listafólkið og pallsmíðurin Sámal Blak gjørt.
Longd: 40 minuttir
Tíðarskeið: 18. - 22. nov. 2024
Durita Dahl Andreassen, Marita Dalsgaard, Sámal Blak, Súni Joensen (FO)
Gandakallurin frá Jørðhavinum er eitt spennandi ævintýr um vald, ábyrgd og umhvørvisligar spurningar. Ein heimur á tremur við undrum, hugflogi, eymleika og umsorgan. Høvuðspersónurin Git, ein ungur gandakallur, setir ein dagin seg sjálvan og onnur í vanda, tá hann brúkar síni evni til at koma í samband við deyðsríkið. Vit fylgja Git á ferðini frá at verða ein erpin og stórlætin drongur, til at vera ein vísur og ábyrgdarfullur gandakallur.
Longd: 45 min.
Tíðarskeið: 7. - 11. apríl 2025
Ensemble Eiradís (FO/SE)
Ein makaleys konsert, sum ongantíð er eins. Børnini verða bjóðað til eina spennandi samvirkna konsert, sum innleiðir tey í fluxus og nýtónleik í einum serstøkum sniði, sum er tillagað børnum. Fluxus tónleikur er nýggjur eksperimentaltónleikur, har áhoyrararnir hava møguleika at royna og samskifta beinleiðis við tónleikin og tónleikararnar og harvið ávirka listarliga úttrykkið.
Longd: 35 min.
Tíðarskeið: 24.-28. feb. 2025
Anniku Hoydal & hettarher (FO)
Annika Hoydal fer saman við tónleikabólkinum “hettarher”, at endurgeva søgur frá okkara forfedrum í nýggjum hami. Vit opna oyruni, nýta hugflogið og ferðast 100 ár aftur í tíðina og inn í ein ævintýraheim, har nógvar hugsandi verur livdu í Føroyum.
Longd: 40 min
Tíðarskeið: 28.okt - 1. nov. 2024
Dorthe Gyldenkærne (FO)
Næmingarnir fáa innleiðslu í tekniháttin Neurografica®, sum er ein blandingur av avant-garde list, sálarfrøði, heimsspeki og nervafrøði - Ein vísindaligur, listarligur og hugkveikjandi tekniháttur, ið hjálpir okkum til sálarbót og at nýta hugflogið.
Longd: 3 verkstovur á 3 tímar hvør
Tíðarskeið: novembur 2024
AGGRASOPPAR (FO)
Dania O. Tausen, Eyðfinn B. Lamhauge og Trygvi Danielsen framføra og undirvísa í skriviskeiði. Næmingarnir fáa á skeiðinum ítøkiliga vegleiðing í at festa tekstir á pappír og íblástur til at framføra teir.
Longd: 45 min.
Tíðarskeið: 8.-12. apríl 2025