Skógurin kring mína oyggj
Tari er eitt framúr høvi til at gerast kunnugur við føroyska taraskógin. Í samstarvi við TARI, og ígjøgnum listarliga felagsgransking, vilja vit gera taran sjónligan, ítøkiligan og granska teir stóru møguleikarnar, hann rúmar. Børnini fara at læra um umhvørvið og skapa ymiska list og søgur burturúr tara.
Føroyar eru fyri tað allarmesta hav, og vit hava upplivað, at nógv børn hava vitan um fiskasløg, men lítla og onga vitan um taraskógin í nærumhvørvinum. Vit síggja taran sum ein framúr máta at gerast kunnugur við umhvørvið og savna kunnleika og søgur ígjøgnum ymisk listarlig úttrykk. Tari samsvarar í havinum við plantur á landi, men lívfrøðiliga er tari eitt slag av algum, sum framleiða 50% av súrevni okkara.
Ígjøgnum felags listarliga gransking er ynski okkara, at taraskógurin gerst sjónligur, ítøkiligur og angandi, men mest av øllum vilja vit kanna nógvu møguleikarnar, vit hava at nýta hendan óvanliga lívsformin, sum hevur tillagað seg og megnað at yvirliva í villu og broytiligu umstøðunum í høvunum. Vit geva hvør øðrum innlit í hugsan okkara um náttúruumhvørvið, ímeðan vit, saman við næmingunum, grunda, granska, gera royndir, skapa list og fortelja søgur.
Vit hava fingið í lag eitt samstarv við TARI og Agnes Mols Mortensen (https://tari.fo/), sum fegin vil veita okkum tara til verkætlanina.
Gongd:
Hendan verkætlan inniheldur bæði verkstovu og eina felags almenna skúlaframsýning. Á verkstovuni fara vit at nýta flokshøli skúlans til at evna til myndir, listakort, prent, fotografi, toy/lívfrøðiligt plast, mat, søgur, ljóðbrot og sjónbrot.
Vit fara at arbeiða við ymsum sløgum av miðlum til tess at savna eina fjølbroytta mynd av tara; skapilsi, luktir, litir, lív, siðir, ringrás, rørslur og tilfar.
Vit bjóða næmingunum til í felag at kanna, savna og grunda yvir, hvat hevur týdning og setir seg í minnið. Tá verkætlanirnar eru lidnar, verður skipað fyri einari felags fjølmiðlaframsýning (eitt rúmligt “undirsjóvaratlas”) fyri teir skúlar, sum hava luttikið.
Evni á verkstovuni:
Visuellir eginleikar hjá tara - frá savning til turking, prentgerð, grafikkur og myndatøka, toyframleiðsla
Savna søgur um tara og læra um lívsins ringrás
endurnýta tara og læra at gera lívfrøðiligt plast og leður úr tara
gera listaverk/samklipp úr lívfrøðiligum plasti og leðuri - framsýning
Smakka og lukta tara og læra um uppskriftir og framleiðslu av tara í Føroyum.
Listagrein: Myndlist, náttúrulist og tilevning.
Slag: Longri verkætlan
Longd: 2 dagar - uml. 8 tímar
Málbólkur: 4.-6 flokkur
Næmingatal: í mesta lagi 30 næmingar
Tíðarskeið: 10. - 21. mars 2025
Mál: Enskt og danskt