Tónleikakuffertið

Flytifólk tekur børnini við á eina tónleikarliga ferð til bæði verulig og ímyndað støð. Teir fýra tónleikararnir, ið spæla klarinett, akkordion, kontrabass og slagverk eggja til forvitni og uppdagan, tá teir spæla tónar frá ymsum londum og mentanum. Teir kanna bæði glaðar og syrgiligar tónar á vegnum. Listafólkini bjóða børnunum at luttaka við at velja, úr hvørjum landi tey vilja hoyra tónleik næst. Einfalda pallsmíðið og leikgripirnar til konsertina hevur navnframa listafólkið og pallsmíðurin Sámal Blak gjørt.

Daniel Rye - klarinett

Anna Hüdepohl - akkordion

Torleik Mortensen - kontrabass

James Goodwin - slagverk

Flytifólk er ein bólkur við fýra tónleikarum, ið eru fluttir til Føroya úr Stórabretlandi, Týsklandi og Danmørk. Teirra tónleikaskrá er grundað á hugskotið um ferðatónleikarar - hetta er til dømis Klezmer tónleikur frá Eystureuropa, tónar frá brúdleypsorkestrum av Balkan og løg frá ferðandi sigoynarum. Tónleikur teirra varpar ljós á, hvussu tónleikur flutti og blandaði seg tvørtur um mentan og landamørk, langt áðrenn hugtakið alheimsgerð varð vanliga nýtt.

Hugskotið til hesa verkætlanina er, at hon lættliga kann ferðast við fægst møguligum leikgripum, so skúli og børn kunnu taka lut í einari áhugaverdari og hugkveikjandi tónleikaligari ferð. Málið var at gera eina ferðasýning, sum kann vitja skúlar, uttan at hava langa fyrireikingartíð fyri neyðini. Verkætlanin hevur áður ferðast til skúlar í Føroyum í 2020 og 2021, sum partur av Listaleypinum.


Listagrein: Tónleikur

Slag: Framførsla

Longd: 40 minuttir

Málbólkur: 0. - 7. flokkur

Næmingatal: Einki minsta- og mestamát - tað veldst alt um framførsluplássið

Tíðarskeið: 18. - 22. nov. 2024

Mál: Føroyskt

Høliskrøv: Aula ella ítróttarhøll

Krøv til tøkni og útgerð: Onki krav