Soleiðis virkar Listaleypurin
Hvørt skúlaár verður ein faldari við listatilboðum sendur skúlunum í øllum luttakandi kommunum.
Forskúlar og skúlar kunnu bíleggja listafólkavitjan við at fylla út teldutøka tekningarskjalið her á síðuni.
Verkætlanarleiðarin samskipar skúlavitjanina í samráð við skúlar og listafólk. Listaleypurin roynir eftir førimuni at ganga øllum ynskjum á møti.
Eftir vitjanina verður eftirmetingarskjal sent kontaktlæraranum, ið hevur ábyrgd av, at tað verður útfylt.
Skúlarnir gjalda onki fyri vitjanina. Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Norðurlandahúsið og kommunurnar bera allan kostnaðin.
Fleiri sløg av vitjanum
Framførsla
Listafólkini framføra í 30-45 minuttir. Tað kunnu vera ymisk krøv til høli og útgerð
Dagsverkstovur
Listafólkini arbeiða verkliga saman við næmingunum. Verkstovan kann í summum førum vera framhald av einari framførslu.
Longri verkætlan
Listafólkini arbeiða verkliga saman við einum flokki í upp til fýra dagar. Eitt ávíst tímatal verður sett av til verkætlanina. Skúlin avtalar nærri við listafólkini, nær í tíðarskeiðinum, tímarnir verða lagdir.
VIT MÆLA TIL
At næmingarnir eru við til at velja listavitjanir til skúlan. Hetta kann gerast við umboðum úr næmingaráðnum, ella við at flokkarnir stovna eitt listaráð og velja sær umboð at velja listavitjanir saman við lærarunum.
At næmingaumboðini taka ímóti listafólkunum og vísa teimum runt á skúlanum saman við kontaktlæraranum.
At lærarar gera listavitjanina til ein part av námsætlanini.
KRØV TIL LUTTAKANDI SKÚLAR
At skúlin tekur væl ímóti listafólkunum og vísir teimum, hvar tey skulu vera.
At skúlin sær til, at listafólkini fáa ta hjálp, teimum tørvar, so sum at bera inn, seta upp, taka niður o.a.
At skúlin tryggjar sær, at hann lýkur krøvini til høli og tøkni fyri listavitjanina.
At lærarin fyrireikar næmingarnar til listavitjanina soleiðis, at øll fáa sum mest burtur úr vitjanini.
At lærarin hevur ábyrgd av næmingunum og er til staðar, meðan listavitjanin er.
Skúlarnir gjalda onki fyri vitjanina. Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Norðurlandahúsið og kommunurnar bera allan kostnaðin.