Orð & framførsla

Dania O. Tausen, Eyðfinn B. Lamhauge og Trygvi Danielsen úr AGGRASOPPUM fara í hesi spennandi verkætlanini bæði at framføra fyri næmingunum og undirvísa í skriviskeiði. Næmingarnir fáa á skeiðinum ítøkiliga vegleiðing í at festa tekstir á pappír og íblástur til at framføra teir.

Limirnir í AGGRASOPPUM hava bæði saman og hvør sær framleitt hópin av føroyskum sangtekstum og framført teir kring alt Evropa. Harafturat hava øll trý útbúgvingar í føroyskum máli og/ella ritlist av Fróðskaparsetrinum. Hesar ástøðiligu og verkligu royndirnar hava tey við sær inn í skúlastovurnar, har tey leggja dent á tað føroyska málið; at gera tað atkomuligt, spennandi og stuttligt. Listafólkini hava eisini øll royndir sum undirvísarar, og ætlanin er at sameina alternativa framførslulist við hugkveikjandi skrivivenjingum, sum letur eyguni hjá teimum ungu upp fyri ríkidøminum í at nýta føroyska málið sum skrivi- og framførsluamboð.


Listagrein: Ritlist, tónlist, framførslulist

Slag: Framførsla við verkstovu

Longd: 45 min. (ein skúlatími)

Tíðarskeið: 8.-12. apríl 2025

Málbólkur: 8.-10. flokkur

Næmingatal: 5-20 næmingar

Mál: Føroyskt

Høliskrøv: Tað størsta felagshølið, ið skúlin hevur at bjóða (t.d. ein fimleikahøll ella annað felagshøli).

Krøv til tøkni og útgerð: Atgongd til streym og ljóðanlegg