Sagnir & ævintýr
Annika Hoydal fer saman við tónleikabólkinum “hettarher”, at endurgeva søgur frá okkara forfedrum í nýggjum hami. Vit opna oyruni, nýta hugflogið og ferðast 100 ár aftur í tíðina og inn í ein ævintýraheim, har nógvar hugsandi verur livdu í Føroyum.
Frá ár 1898 ferðaðist hin kendi og hávirdi vísindamaðurin, Dr. Jakobsen runt oyggjarnar og skrivaði niður sagnir og ævintýr, sum heimildarfólk søgdu honum. Longu í 1901 hevði eydnast honum at givið alt tilfarið út í heftum. Við nýtslu av hesum tilfari, spegla vit tilveruna hjá føroyingum fyrr í tíðini við modernaða samfelagið í dag.
Við høvuðsevninum “skaldskapur av manna munni” í huga, fara vit í ár at framføra tey trý gandaævintýrini: “Vetil kongssonur”, “Teir sjey svanirnir” og “Rossadrongurin”. (Vit senda skúlanum skrivligt tilfar og mæla til, at tað verður nýtt í undirvísingini undan og eftir framførsluna.)
Áðrenn sýningina verður hølið myrkalagt so væl, sum til ber, og pallmyndin verður skapað við ljósi. Við at nýta rúm, ljóð og ljós, leiða vit børnini inn í ein hugsveimandi ævintýraheim, har tað kennist, sum eru tey mitt í einum filmi.
Royndarætlanin “Sagnir & Ævintýr” byrjaði í samband við Listaleypin í 2018 við Annfinni Heinesen sum gestaleikara. Á skránni tá var “Purkhúsið”, “Undarligi” og “Risans klóta”. Í 2022 framførdi bólkurin “Trøllini á Skálavøllum”, “Huldubarnið” og “Genta og drongur í risahellinum” saman við Mariann Hansen. Hesar verkætlanir hava verið nógv umbidnar á Listaleypinum. Afturat mongu skúlavitjanunum, hava listafólkini vitjað Barnafestivalin og Bókadagar í NLH, har børn sum vaksin vóru bergtikin.
Framtíðarynskið við hesi royndarætlan er at framføra og innspæla alt tilfarið úr “Sagnir og ævintýr” eftir Jakob Jakobsen við ymiskum gestaleikarum og í ymiskum hami.
Upptøka av “Sagnir & Ævintýr” við Annfinni Heinesen varð gjørd í Studio Bloch, og “Sagnir & Ævintýr” við Mariann Hansen varð upptikið í Hoydølum. Æltanin er somuleiðis, at “Sagnir & Ævintýr” við Anniku Hoydal skal upptakast.
hettarher
Andreas Restorff og Torleik Mortensen stovnaðu “hettarher” í 2016. Torleik hevur útbúgving frá rútmiska tónlistaháskúlanum á master stigi, ímeðan Andreas hevur master stig frá kongaliga tónlistaháskúlanum í Keypmannahavn. Saman improvisera og komponera teir elektro-akustiskan tónleik til sello, kontrabass og elektronikk. Tónleikurin fevnir breitt listarliga, ið ger tað møguligt at arbeiða tvørtur um listagreinir. Av hesum samstørvum kann millum annað nevnast:
Filmstónleikur: “111 góðir dagar” / Trygvi Danielsen og “The Last Paradise On Earth” / Sakaris Stórá
Tónleikaútgávur: “Támsins likam”; / Hamferð, “Rura rura barnið” / Annika Hoydal
Listagrein: Sjónleikur, frásøgn, bókmentir, tónleikur
Slag: Framførsla
Longd: 40 min.
Málbólkur: 4.-6. flokkur
Næmingatal: Einki minsta- og mestamát - tað veldst alt um framførsluplássið
Tíðarskeið: 28.okt - 1. nov. 2024
Mál: Føroyskt
Høliskrøv: Tað størsta felagshølið, ið skúlin hevur at bjóða (t.d. ein fimleikahøll ella annað felagshøli).
Krøv til tøkni og útgerð: Atgongd til streym og ljóðanlegg