Listaleypurin
2026-27
Listaleypurin er aftur klárur við spennandi framførslum, dagsverkstovum og longri verkætlanum.
Við bestu ynskjum um eitt gott skúlaár og eitt gott listaleypsár 2026-27.
Við bestu ynskjum um eitt gott skúlaár og eitt gott listaleypsár 2026-27.
TRIO ORO (NO) er ein norskur tónleikabólkur, sum tekur næmingarnar við á eina spennandi tónleikaferð gjøgnum ymiskar tónleikaheimar. Við blokkfloytu, gittara og trummu framførir bólkurin tónleik, sum er inspireraður av fólkatónleiki úr ymiskum londum og mentanum.
Longd: Uml. 40 minuttir
Tíðarskeið: 15.-19. marts 2027
TangoCatz Quartet (FO/DK)
Eitt tangoævintýr um tær báðar freku og forvitnu kettlingarnar Carlos og Milonga. Við støði í tí litríka og hugtakandi argentinska tangotónleikinum siga vit søguna um teir báðar kettlingarnar, ið villast umborð á eitt stórt, fremmant skip.
Longd: 35 min.
Tíðarskeið: ?
Ole & Piero
Hetta er ein orðaleys sýning við rørslu, rútmum og ljóðum, sum verða skapað í rúminum her og nú. Sýningin fer fram uttan orðanýtslu og streym. Í staðin eru tað kroppurin, andadrátturin, rørslurnar og ljóðini hjá teimum, sum eru til staðar, ið skapa upplivingina.
Longd: 35 min.
Tíðarskeið: 30. mars – 2. apríl 2027
Axis Saxophone Quartet bjóðar næmingum í 7.–10. flokki til eina livandi skúlakonsert, har tónleikur, stuttar frágreiðingar og samrøða ganga hond í hond.
Longd: 45 min.
Tíðarskeið: 1.-5. mars 2027
Borgfríð Fonsdal Johannesen, Bergur Fonsdal Johannesen og Aksel Dánjalsson Remmel (FO)
Showtime fevnir um fjølbroytta skrá við sangum úr millum annað kendu operuni Karmen og sangleikinum Klokkarin í Notre Dame. Talan er um nógvar ymiskar leiklutir, tí hvør sangur fortelur sína egnu søgu. Sýningin er á fleiri ymiskum málum, so sum fronskum, enskum og italskum. Sjónleikurin, sum fer fram millum sangirnir, er tó á føroyskum.
Longd: 50 min.
Tíðarskeið: 4.–8. januar 2027
Beinta Ingeborg Greve, Borgfríð Fonsdal Johannesen, Julia Fonsdal Højgaard (FO)
Hesin sangleikur gevur á forvitnisligan hátt næmingunum innlit í gerandisdagin hjá neytakonum fyrr í tíðini. Í leikinum hoyra næmingarnir søgur og sangir um huldufólk og bygdarfólk gjøgnum kendar føroyskar yrkingar, vísur og barnasangir.
Longd: 45 minuttir
Tíðarskeið: Januar 2027
Birita Poulsen og Kristina Thede Johansen (FO)
Hendan skúlakonsertin er ein nútímans tónleikauppliving, ið sameinir klassiskan sang, saksofon og framførslu/listarligt innihald. Verkætlanin er ætlað eldri næmingum og leggur dent á at vísa, hvussu tónleikur kann førast fram við bæði ljóði, kroppi, rørslum og samskifti.
Longd: 30 min.
Tíðarskeið: 1.-5. apríl 2027
EKA Trio (FO)
Kópakonan í nýggjum hami er ein tónleikaframførsla bygd á føroysku søgnina Kópakonan. EKA trio, ið fevnir um ljóðførini saksofon, trompet og klaver, framførir saman við Biritu Poulsen operasangara og frásøgufólki.
Longd: Framførslan er 30-35 min.
Tíðarskeið: 8.–12. mars 2027
Helga Djurhuus (FO)
Á verkstovuni bjóðar Helga Djurhuus næmingunum at arbeiða við abstraktari myndlist. “Saman fara vit at mála abstraktar málningar. Næmingarnir læra at tora at spæla við málingina og eksperimentera við tilfari og kompositión - læra at tora at mála uttan eitt motiv fyri eyga
Longd: 4 verkstovur við sama flokki, 3 skúlatímar hvør
Tíðarskeið: Nov. 2026
Terji Mohr (FO)
Næmingar fara at læra heilt grundleggjandi um hugskotsmenning, søgubygnað, og hvussu mann sigur søgur í filmi uttan at brúka orð, t.e. fortelur visuelt.
Longd: 4 verkstovur við sama flokki, 3 skúlatímar hvør
Tíðarskeið: Nov. 2026
Frida Poulsen (FO)
Í hesi verkstovuni fara næmingarnir at læra um klædnaídnaðin, og hvussu nógv arbeiði og tilfeingi liggur í hvørjum plaggi. Frida Poulsen gevur eina greiða og skilliga innleiðing í burðardygd og tær avbjóðingar, sum eru knýttar at framleiðslu og nýtslu av klæðum.
Longd: 2 verkstovur við somu næmingum, 3 skúlatímar hvør
Tíðarskeið: 28. sep.– 9. okt. 2026