Revaeinkjan

Kom við Mikkel revi á ferð, tá hann ætlar sær at fríggja til Revaeinkjuna. Hann hevur brúk fyri tykkara hjálp. Hetta er ein útisjónleikur um vinarlag, rættvísi og kærleika.

Sjónleikurin um revaeinkjuna er grundaður á eitt norskt fólkaævintýr við sama navni. Leikurin gongur fyri seg í norðurlendska djóraheiminum, har vit hoyra um revin Mikkel, úlvin Varg, Bjørnina Bamse og kettuna Korse. Harumframt møta áskoðararnir eisini teirri gátuføru Trollkjerringa (trøllkonuni) sum hevur staðið við nøsini fastari í einum stubba í 100 ár.

Í okkara útgávu koma ungu áskoðararnir við á ferð inn í ævintýrið. Mikkel revi tørvar hjálp frá áskoðarunum til at fríggja til revaeinkjuna. Áskoðararnir mugu sjálvir bjóða seg fram, taka støðu og hugsa seg um, hvørji val eru týdningarmest og rættast á leiðini. Skulu teir royna at vera skjótast til revaeinkjuna, tá Mikkel fær kapping um at vinna hjartað hjá revaeinkjuni? Ella skulu áskoðararnir og Mikkel taka sær tíð til at hjálpa íkornunum og trøllkonuni, sum teir møta á vegnum? Her fáa børnini ein týdningarmiklan leiklut, sum ger, at tey fáa størri ognarkenslu av søguni. Hetta meta vit hevur týdning, um børnini skulu fáa eina góða uppliving av luttakandi sjónleiki.

Sjónleikurin er sýndur fyri næmingum á yvir 100 ymiskum skúlum og barnagørðum í Noregi. Vit hava tí eisini fingið nógvar royndir í at tillaga hann hóskandi til ymsar málbólkar. Sýningin er sera kropslig og týðilig í sínum støðum og hendingum, og tí vælhóskandi til áskoðarar í øðrum londum, hóast vit nýta norskt sum høvuðsmál. Vit hava eina trúgv uppá at skapa mentanarligar upplivingar í náttúruni og vísa okkara ungu áskoðarum, hvussu nærumhvørvið kann gerast til eina heila verð. Vit tillaga okkum lætt í ymiskum økjum og finna í samráð við hvønn einkultan skúla best egnaða økið til sjónleikin.


Listagrein: Framførsla

Slag: Útisjónleikur, ferðasjónleikur

Longd: 60 min.

Málbólkur: 0. - 3. flokkur

Næmingatal: 6 - 40 næmingar

Tíðarskeið: apríl 2025

Mál: Norskt

Høliskrøv: Vit spæla uttanfyri skúlan.

Krøv til tøkni og útgerð: Onki