Filmsverkstova við Sørnorsk filmmobil

Á verkstovuni fáa allir næmingar í flokkinum høvi til at gera ein stuttfilm við vegleiðing frá tveimum serkønum filmsskaparum, sum eru vanir at undirvísa børnum í filmsframleiðslu. Næmingarnir fáa teldlar (ipaddar) frá okkum at nýta á verkstovuni, so teir kunnu vera skapandi á ein tryggan, góðan og líkan hátt. Teldlarnir vera nýttir til bæði upptøku og klipping av filminum og tøknin er so einføld, at ein og hvør kann vera við. Vit leggja áherðslu á, at øll skulu hava javnt góðan møguleika fyri at luttaka í skapandi tilgongdini.

Skrá fyri verkstovuna, skipað eftir skúlatímum:

1.

Innleiðsla: Hvat er filmur? Undirvísarin fer í eitt virkið orðaskifti við næmingarnar og spyr spurningar sum:

  • Hvør tykkara hevur verið og hugt at filmi á stóra løriftinum í ár?

  • Hvør tykkara lesur teknirøðir?

  • Hvør tykkara hevur hugt at YouTube, áðrenn tit komu í skúla?

  • Hvat hava teknirøðir, sjónvarpsrøðir, Tik-Tok og lýsingar til felags? (Søgur!)

Søgur: Hvat er ein søga, og hví eru søgur so áhugaverdar? Her tosa vit um hetjur og skálkar, eydnuríkar og syrgiligar endar, og vit viðgera, hvat eitt vegamót er í eini søgu. Vit tosa eisini um filmssløg, og næmingarnir verða bidnir um at nevna so nógv sløg, sum teir kunnu koma í tankar um. 

Ein venjing: Saman við undirvísaranum ger flokkurin ein spennandi stummfilm um eina roynd í støddfrøði. Hetta er ein fyrireiking til tað, sum tey skulu gera aftaná. 

Ein spurnakapping um, hvat filmsmál er og kann vera: T.d. Hví eru nærmyndir av andlitinum á sjónleikarum so umráðandi fyri søguna? Hvør ger hvat í einari filmsframleiðslu? Næmingarnir eru filmsskaparar og fáa ymiskar leiklutir, tá ið teir skulu arbeiða saman í bólkum. 

2. 

Flokkurin verður býttur í bólkar við fimm til seks næmingum, ið saman skulu velja eina av trimum uppgávum. Hesar snúgva seg um at skapa einfaldar søgugongdir, ið hvør bólkur kann brúka sum byrjanarstøði fyri filmin.

Dømi: “Hvat hendi, tá ið tann nýggi næmingurin í skúlanum vísti seg at vera ein rúmdarvera við óndum ætlanum?" Er hetta skemtifilmur ella ræðufilmur ella kanska bæði? Undirvísarin skal góðkenna hugskotið, áðrenn bólkarnir fáa ein teldil hvør. Undirvísarin vísir hvørjum bólki sær, hvussu tey nýta teldilin og iMovie til uppgávuna.

3. 

Bólkarnir gera hvør sína filmsupptøkur á skúlans øki.

4. 

Filmsviðgerð: Næmingarnir arbeiða við klipping, filmsheiti, tónleiki, ljóði og litfiltrum á filminum.

5. 

Heimsfrumframførslan fer fram í skúlastovuni saman við einari stuttari eftirmeting.

Leiðbeining: Eingin harðskapur, sjálvmorðsmyndir ella  ljótt og niðurgerandi mál. Vit leggja dent á, at vit strika allar upptøkur á teldlunum eftir hvørja verkstovu. Skúlin fær eitt eintak av lidnu filmunum, ið næmingarnir hava framleitt. Til hetta er neyðugt at veita okkum ein harðdisk ella geyma at goyma teir á eftir lokna undirvísing.


Sønorsk filmmobil veitir alla neyðugu útgerðina, harímillum teldlar, løðarar og macbooks, sum verða nýttar til at sýna sjónfíluna “Hvat er filmur?” og til at sýna endaligu filmarnar.


Listagrein: Filmur, myndlist

Slag: Verkstova

Longd: 4 t. í undirvísing - 5 t. í alt.

Málbólkur: 4. - 10. flokkur

Næmingatal: 40 - 60 næmingar

Tíðarskeið: 4. - 8. nov. 2024

Mál: Norskt

Krøv til tøkni og útgerð: stikkkontaktir og í minsta lagi ein lærara, sum er til staðar. Suðurnorska filmmobilinum veitir alla neyðugu útgerðina, harímillum teldlar, løðarar og macbooks, sum verða nýttar til at sýna sjónfíluna “Hvat er filmur?” og til at sýna endaligu filmarnar.
Um skúlin ynskir eitt eintak av lidnu filmunum, sum verða framleiddir á teirra skúla, skal skúlin veita ein harðdisk ella ein geyma, sum vit kunnu goyma filmarnar á, tá ið skúladagurin er av.