Prentpressa og plakatprent

Í hesi verkstovu fara næmingarnir at skapa egin plakatprent. Teir seta saman orð við einkultum prentbókstavum og læra at nýta eina einfalda prentpressu til at gera smáar plakatir við. Undirvísarin hevur prentpressu, blekk og bókstavir við sær á verkstovuna.

Næmingarnir fáa undirvísing í, hvussu ein ger pressuprent og síggja dømi, har onnur hava gjørt tílík prent við sama arbeiðshátti. Síðani fara næmingarnir í ein ella fleiri bólkar at umrøða og sniðgeva eina plakat, og at enda við gera teir eitt lítið prent hvør.

Meiningar hava í allar tíðir verið deildar, men nú tá alnótin og sosialu miðlarnir eru komnir, gerast stokkutir tankar lættliga niðurskrivaðir og kunnu varðveitast í allar ævir. Á verkstovuni nýta vit pressiháttin, sum Gutenberg uppfann at prenta við. Tó at tað er hampiliga skjótt at prenta á hendan hátt, má ansur verða givin hvørjum bókstavi, so hann situr rætt, og tí verður boðskapurin helst eisini meira gjøgnumhugsaður.

Næmingarnir fara at sniðgeva eitt prent við einum boðskapi, tey kenna, at tey kunnu standa inn fyri. Væntandi verður eitt høvuðsevni, sum vit halda okkum til - hetta kann møguliga avtalast áðrenn - alt eftir møguleikum. Verkstovan er samstundis eitt gott høvi at grunda og læra um keldukritikk: Um m.a. hvussu ein boðskapur verður ávirkaður av, hvør miðil verður brúktur, og um hvussu ein boðskapur altíð verður tulkaður ella feiltulkaður av móttakaranum.

Evnini í verkstovuni koma inn á myndlist, svenskt og samfelagsfrøði.


Listagrein: Mál, grafisk sniðgeving, handverkslist

Slag: Verkstova

Longd: 5 skúlatímar (1 dag)

Málbólkur: 4.-10. flokkur

Næmingatal: <12 næmingar

Tíðarskeið: 8. - 12. apríl 2025

Mál: Svenskt og enskt

Høliskrøv: Handverk og list-stovurnar eru væl egnaðar. Gott borðpláss til hvønn næming at arbeiða á. Vøsk skulu vera nærhendis, so lætt er at reinsa amboð og plátur.

Krøv til tøkni og útgerð: Pappír, snórar, klemmur og læraratyggigummi til at heingja pappír upp við.

Viðmerkið í tilmeldingini um skúlin eigur svertur, valsar, pressuamboð og plátir.