Samba slagverk

James og Markus venda aftur við nýggjum sambarútmum í hesi stuttligu og lívligu verkstovuni. Samba hevur eggjandi og orkumiklar suðuramerikanskar rútmur og er eitt tað best umtókta toymismennandi virksemið, sum er til. Tað er skjótt og einfalt, og tað vekir sansirnar. Felagsorkan í trummuslátti fær skjótt rikið smædnið burtur, og tú gerst styrkt og hvíld. Bólkaundirvísingin endar við eini stuttari framførslu. Ver til reiðar at hoyra nakað av gangi!

Virksemi í trimum pørtum: 

1) Fyrsti partur verður undirvísing um røtur og bakgrund hjá samba og nøkur einføld spøl til tess at sjóða bólkin saman; sosialt samanspæl og vísa á, at tað er neyðugt at lurta eftir hvørjum øðrum og arbeiða saman, so at ein fær í lag ta neyðugu kensluna av einum rútmiskum orkestri. Serstakliga leggja vit dent á at slappa av og at sleppa kropsspenningum.

2) Annar partur: Ljóðførini verða løgd í ein hálvring framman fyri bólkin og kunnað verður um hvørt einstakt teirra við navni og frágreiðing um tess leiklut. Nú byrja næmingarnir at geva sær far um, hvat ljóðføri teir høvdu viljað roynt. Tá ið øll ljóðførini eru víst fram, kunnu næmingarnir peika upp og sleppa at royna ljóðførini - eitt og eitt.

3) Triðji partur: Nú læra vit tær ymisku einfaldu rútmurnar, sum at endanum verða savnaðar í eina meira samansetta heild. Tað skula ofta nakrar royndir til, áðrenn tað riggar. Børnini varnast, hvussu grundleggjandi týdningarmikið toymisarbeiði er í hesum føri, tá ið tey minnast til at lurta og telja saman. Seks ymiskar rútmur verða royndar á verkstovuni, og ein nýggj rútma er á skránni í ár.


Listagrein: Tónleikur og rørsla

Slag: Verkstova

Longd: 50 min.

Málbólkur: 4. - 10. flokkur

Næmingatal: 12 - 24 næmingar

Tíðarskeið: nov. 2024

Mál: Føroyskt og Enskt

Høliskrøv: Tað størsta felagshølið, ið skúlin hevur at bjóða (t.d. ein fimleikahøll ella annað felagshøli).

Krøv til tøkni og útgerð: Atgongd til streym