Hvør á kroppin á øðrum

Hvør á kroppin á øðrum er ein trídansur, ein nærverandi og lurtandi koreografi við støðugum sambandi millum rørslur og dansarar. Verkið kann samanberast við eitt kropsligt kaleidoskop, har hvør rørsla hjá einstaka dansaranum er neyvt treytað av rørslunum hjá hinum. Her koma hugtakandi brigdi og søgur um millummenniskjaslig sambond til sjóndar í einum abstraktum úttrykki.

Eftir framførsluna verður undirvísing í  áhugaverdari og kveikjandi verkstovu, sum tekur støði í abstrakta dansinum.

RIVA er fyrsta føroyska dansivirkið fyri yrkisdansarar. Aðalendamálið er at økja um listarlig tilboð í samtíðardansi og at gera hesi atkomulig fyri føroyska áskoðaran. Eisini vilja vit betra um kunnleika til yrkisdans og dansilist sum heild og vera við til at gera dans til eina møguliga yrkisleið fyri komandi ættarlið.

Samanborið við list, ið vanliga er at síggja á føroysku pallunum, er talan um eitt abstrakt og kropsligt verk, har søgugongdin ikki er bein og leiklutirnir flótandi og umskiftiligir. Gjøgnum "Hvør á kroppin á øðrum" uppliva áskoðararnir eina kensluliga ferð, har teir tríggir dansararnir verða leiddir hvør av øðrum gjøgnum verkið. Tað kropsliga samspælið millum dansararnar førir teir á óvæntaðar leiðir. Vit halda tað vera spennandi at framføra tílíkt fyri børnum, tí at tey fáa møguleikan at nýta egið hugflog til at skapa forteljingar og fatanir av verkinum.

Eftir framførsluna verður verkstova, ið tekur støði í trídansinum. Vit møta næmingunum í eygnahædd við at práta um verkið, teir júst sóu. Við at geva næmingunum høvi at seta orð á upplivingina eftir sýningina, er høvi at víðka um fatanareginleikar og at gera abstrakta list meira atkomuliga.

Síðani fara vit at arbeiða við kroppinum, skapandi uppgávum og læra partar av koreografiini. Endamálið er, at næmingarnir fáa eina positiva uppliving av at koma í samband við egnan kropp, og at teir læra nøkur amboð úr samtíðardansi, sum øll kunnu luttaka í - óansæð førleikastig. Tá ið vit læra partar av koreografiini, velja vit einstøk brot úr verkinum, ið kunnu tillagast til ymisk førleikastig, so at listaverkið eisini verður ein uppliving, sum kann merkjast á egnum kroppi.

Vit vilja geva næmingunum karmar at skapa og úttrykkja seg og geva innlit í, hvussu ein kann arbeiða skapandi við dansi. Við hesum vilja vit birta skapanarevni og forvitni til, hvat kroppurin megnar, og hvørjar myndir og forteljingar vit kunnu skapa við honum.


Listagrein: Dansur

Slag: Framførsla við verkstovu

Longd: í alt 2 skúlatímar.

Málbólkur: 4. - 10. flokkur

Næmingatal: <30 næmingar til verkstovuna. Einki mark til sýningina - hetta er treytað av hølisstødd.

Tíðarskeið: 3. - 7. mars 2025

Mál: Føroyskt

Høliskrøv: Tað størsta felagshølið, ið skúlin hevur at bjóða (t.d. ein fimleikahøll ella annað felagshøli).

Krøv til tøkni og útgerð: Atgongd til streym og ljóðanlegg