Hvítt sum kavin, blá sum havið …
Trivnaður og felagskapur. Neurografica® í skúlahøpi. Næmingarnir fáa innleiðslu í tekniháttin Neurografica®, sum er ein blandingur av avant-garde list, sálarfrøði, heimsspeki og nervafrøði - Ein vísindaligur, listarligur og hugkveikjandi tekniháttur, ið hjálpir okkum til sálarbót og at nýta hugflogið. Neurografica® verður nýtt sum sjálvhjálparamboð, tá ið ein t.d. kennir egna mótstøðu, ótta, ørkymlan og drálan. Á verkstovuni verður undirvíst í 8 einføld stigum, sum kunnu geva børnunum skapanargleði, lívsgleði og aha-upplivingar. Eingin teknikunnleiki ella vøkur handskrift krevst frammanundan.
Lærir næmingurin at fylgja teimum 8 stigunum í grundalgoritmuni í Neurografica®, hevur hann eitt hugkveikjandi og mennandi amboð fyri lívið.
Á skeiðinum fylgjast allir næmingar við einum felagsevni, og felagsboð verða givin stig fyri stig. Næmingarnir fáa hvør sína sermerkta uppliving, sum kann vera visuell, kenslulig og/ella kropslig. Hendan uppliving verður skjalfest og skrivað í ein frymil til egna nýtslu. Eyka boð verða givin næmingum, sum arbeiða skjótt í mun til aðrar. (Lærarin fær frymil til prentingar frammanundan).
“Algoritman til fyribeining av avmarkingum”, ið næmingarnir læra á skeiðinum, fekk í 2020 ”The Golden Psyche” virðisløn sum mest henta sálarliga sjálvhjálparamboðið. Taka næmingarnar tekniháttin til sín, hava teir eitt hent amboð fyri lívið. Teknihátturin stimbrar heilan til at gera nýggjar sambindingar millum heilakyknurnar og kann tí nýtast til at tekna seg til skapanargleði og ágrýtni og frá ótta, drálan og ørkymlan. T.d. kann teknihátturin brúkast móti próvtøkuótta, mistrivnaði, sorg og happing.
Teknihátturin Neurografica® er mentur av russiska listamanninum og sálarfrøðinginum Dr. Sc. Pavel Piskarev, professara í 2014 og er nýliga komin til vesturheimin. Í 2023 vóru umleið tríggjar mió. fólk, ið nýttu Neurografica®. Dorthe Gyldenkærne, ið er búsitandi í Føroyum, hevur, sum ein av teimum fyrstu í Norðurlondum, tikið útbúgvingina sum altjóða Neurografica® Instructor og supervisor.
Listagrein: Myndlist, tekning, avant-garde list
Slag: Verkstova, longri verkætlan
Longd: 3 verkstovur á 3 tímar hvør
Málbólkur: 8.-10. flokkur
Næmingatal: <24 næmingar
Tíðarskeið: novembur 2024
Mál: Føroyskt og danskt
Høliskrøv: Vanlig skúlastova ella evningstova (onnur størri høli eru eisini hóskandi)
Krøv til tøkni og útgerð: Vit brúka dygdarpappír, litblýantar og vanligar blýantar