FLUXUS

Ensemble Eiradís vendir aftur við nýggju konsertini Fluxus - ein makaleys konsert, sum ongantíð er eins. Børnini verða bjóðað til eina spennandi samvirkna konsert, sum leiðir tey inn í fluxus og nýtónleik í einum serstøkum sniði, sum er tillagað børnum. Fluxus tónleikur er nýggjur eksperimentaltónleikur, har áhoyrararnir hava møguleika at royna og samskifta beinleiðis við tónleikin og tónleikararnar og harvið ávirka listarliga úttrykkið. Konsertin miðar ímóti at geva børnum eitt nýtt sjónarmið á ný- og klassiskan tónleik og sýnir, at hetta slagið av tónleiki kann hugfanga børnini og nerta við kenslurnar hjá teimum.

Eiradís bjóðar fram eina slóðbrótandi barnakonsert, har framførsla og sínámilum ávirkan millum listafólk og áskoðarar eru miðpunkt, og har “núið” er tað týdningarmesta. Við at lata áskoðararnar luttaka og spæla ein virknan leiklut í konsertini, lærir yngsta ættarliðið nýtónleik at kenna. Børnini fáa møguleikan at uppliva og kanna hugskot, og verða avbjóðað í teirra hugsan um, hvat tónleikur er. Áhoyrararnir hava eina beinleiðis ávirkan á konsertina, og tey gerast ein partur av teimum ymsu tónleikastykkjunum, ið verða framførd á ólíkan hátt. Undir konsertini fáa áskoðararnir uppgávuna at hugsa um eyðkenni í tónleiki, tey møguliga ikki hava verið varug við fyrr, so sum:

- Hvørji ljóð eru tónleikur?

- Hava vit brúk fyri ljóði, ella kunnu vit skapa tónleik við kvirru?

- Hava vit yvirhøvur tørv á ljóðførum til at skapa tónleik?

Kvartettin strembar eftir at vísa børnunum, at tónleikur; sjálvt nútíðartónleikur, er atkomiligur og nakað, ein kann kenna seg aftur í.

Skráin

Skráin verður ymisk, alt eftir aldri og mongd av áskoðarum, plássi og tøkum tilfari. Tónleikastykki eins og hesi verða sannlíkt framførd í ymsum skapum og umskrivingum:

Yoko Ono: Sky Piece to Jesus Christ John

Cage: 4.33

George Brecht: Clarinet Concerto

Le Monte Yong: Piano Piece for David Tudor #1


Listagrein: Tónleikur

Slag: Framsýning

Longd: 35 min.

Málbólkur: 0.- 10. flokkur

Næmingatal: 150 næmingar

Tíðarskeið: 24.-28. feb. 2025

Mál: Føroyskt

Høliskrøv: Tað størsta felagshølið, ið skúlin hevur at bjóða (t.d. ein fimleikahøll ella annað felagshøli).

Krøv til tøkni og útgerð: Atgongd til streym