Gandakallurin frá jørðhavinum

Gandakallurin frá Jørðhavinum er eitt spennandi ævintýr um vald, ábyrgd og umhvørvisligar spurningar. Ein heimur á tremur við undrum, hugflogi, tilverufatan, ásannan, eymleika og umsorgan. Høvuðspersónurin Git, ein ungur gandakallur, setir ein dagin seg sjálvan og onnur í vanda, tá hann brúkar síni evni til at koma í samband við deyðsríkið. Vit fylgja Giti á ferðini frá at verða ein erpin og stórlætin drongur, til at vera ein vísur og ábyrgdarfullur gandakallur.

Sjónleikurin er bygdur á fantasiskaldsøgu eftir Ursulu K. Le Guin við sama navni. Bókin er útgivin í 1968 og ein klassikari innan barnabókmentir og fantasiskaldskap. Skaldsøgan verður av nógvum lýst sum eitt meistaraverk og hevur havt stóra ávirkan á og verið íblástur til eitt nú Harry Potter bøkurnar og Game of Thrones. Ursula K. Le Guin hevur vunnið nógvar stórar heiðurslønir fyri skaldskap sín og varð í 2003 tilnevnd “Grandmaster of Science Fiction”.

Gandakallurin frá jørðhavinum er eitt spennandi ævintýr, sum talar til felagsskap, umsorgan fyri hvørjum øðrum og fyri jørð okkara. Tað er sera sjálsamt, at føroysk børn fáa sjónleik frá fríyrkisleikarum, og leikararnir vilja við hesum leiki seta øll segl til at spenna út tað hugflogsliga.

Hugflogið og tað einfalda

Visuelt gera vit ein leik við einum einføldum útrykki á tremur við hugflogsstimbrandi leikgripum. Sum einki gerst ein vanligur koddi ein heilur heimur, eitt hav, ein eingil, ein bátur ein vøgga og lín.


Listagrein: Sjónleikur

Slag: Framførsla

Longd: 45 min.

Málbólkur: 0. - 10. flokkur

Næmingatal: 10 - 30 næmingar

Tíðarskeið: 7. - 11. apríl 2025

Mál: Føroyskt

Høliskrøv: Tað størsta felagshølið, ið skúlin hevur at bjóða (t.d. ein fimleikahøll ella annað felagshøli).

Krøv til tøkni og útgerð: Atgongd til streym