JAZZKRASSJ

JAZZKRASSJ gevur børnum í øllum aldri kunnleika til djass. Eitt frásøgufólk og ein djass-trio fær rúmið at svinga, oyruni at frøast og tekur áhoyrararnar við á eina undurfulla ferð í djassinum. Málið er at finna útav, hvønn djass børnunum best dámar. Á ferðini koma vit so langt inn í djassheimin, at vit gerast pøst, í ørviti og púra “fordjassað”.


Tónleikurin

Vit framføra eitt breitt úrval av djassi frá seinastu 100 árunum, har vit ferðast gjøgnum fleiri djasssløg: “swing”, “bebop”, “free jazz”, “cool jazz”, “funk”, “blues” o.a. Vit spæla bæði løg sum øll kenna, umframt onnur meira ókend ella improviserað løg - harafturat hava vit enntá ein til tveir djasskendar poppsangir á skránni.


Djassur í skúlanum

Djassur styrkir samstarvið millum høgru og vinstru heilahálvu og djassur og annar tónleikur kann gagna førleikanum hjá børnum og ungum at hugsavna seg, minnast og læra. Djassur gevur troyttum og óuppløgdum næmingum nýggja motivatión og orku og kann skapa framgongd hjá teimum, ið hava torført við bókligum lærugreinum.

Master Fatman, djassguru, segði einaferð: “Djassurin er ein superfeitur vinur at hava.” Hetta halda vit eisini, og vit vilja fegnir deila hesa gleðina, vit sjálvir hava upplivað við djassinum sum spælivini. Vit hava framført á fleiri skúlum í Føroyum, har vit hava upplivað, hvussu tónleikurin fær børn at bera seg spontant at og læra at líta á tað, tey kenna á egnum kroppi.

Tónleikararnir

JAZZKRASSJ er samansett av trimum tónleikarum og einum frásøgufólki. Tónleikararnir hava ígjøgnum fleiri ár verið sjónligir solistar og orkesturlimir á føroyska og norðurlendska tónleikapallinum. Frásøgumaðurin er ein royndur yrkjari og millum annað fyrrverandi danskur meistari í skaldaslamm (“poetry slam”). Allir fýra á pallinum eru útbúnir á tónlistaháskúla og virknir innan djass, rokk fólka- og elektroniskan tónleik.

Á pallinum:

Torleik Mortensen - kontrabass

Hjørtur Pæturson Háberg - trummur

Dánjal á Neystabø - klaver

Lasse Jæger - frásøgufólk, sangari og kazoo

Framførslan

Framførslan er uppbygd sum ein søga, har næmingarnir liva seg inn í tónleikin; teir lurta virkið, luttaka, syngja, dansa og í vissan mun skapa tónleik. Vit hava eitt frásøgufólk, sum áðrenn, undir og eftir hvørt lag syrgir fyri at halda áskoðararnar virknar og áhugaðar. Frásøgumaðurin leggur konsertina til rættis, soleiðis at hon dregur og rúnarbindur næmingarnar - hann skapar rætta huglagið fyri tónleikin og setir ferðina.

Tónleikararnir royna alla tíðina at halda eygnasamband við áskoðararnar og at vera í eygnahædd. Tað er ein felags ábyrgd, vit deila við næmingarnar; ” Tann orkan, ið verður send upp á pallin, verður send beinleiðis aftur.”


Slag: Framførsla

Longd: 40 minuttir

Listagrein: Tónleikur

Málbólkur: 0. - 7. flokkur

Næmingatal: <200 næmingar

Tíðarskeið: 17. - 21. feb. 2025

Mál: Føroyskt og danskt

Høliskrøv: Onki krav

Krøv til tøkni og útgerð: Eitt klaver