Music for a Moment (ÚTSETT TIL JANUAR 2026)
GG: ÚTSETT TIL JANUAR 2026
Tiltakið er bara í Suðuroy
Undirvísararnir fara í hesi verkætlanini at framføra og undirvísa børnunum í løgum og tekstum, ið eru skrivað til minnis um persónar og hendingar. Komið verður inn á bæði eldri og nýggjari tílík fólkaløg. Á verkstovuni fáa næmingarnir høvi at gera sítt egna lag, sangtekst ella sang til minnis um ein persón ella eina hending, ið teir meta, hevur virði at minnast.
Bert og Laura deila ein kærleika fyri søgum og góðum tónleikaløgum - gomlum sum nýggjum, og saman skriva tey tónleik til týðandi hendingar í livinum hjá vinum og familju teirra: føðingar, brúdleyp o.s.fr.
Laura er uppvaksin í USA og hevur hollar royndir innan bæði fiólspæl, sang og dans. Hon hevur tvær ferðir verið mentanarligt sendiumboð fyri heimland sítt og framført, havt verkstovur og samstarvað við tónleikarar og næmingar í nógvum ymsum londum, umframt at hon hevur drúgvar royndir í undirvísing á lærda háskúlanum í Newcastle í Onglandi og Limerick í Írlandi. Eisini hevur hon undirvíst á nógvum ymsum tónleikalegum.
Bert, sum er úr Belgia, hevur royndir sum orkesturleiðari og við at spæla skúlakonsertir í heimstaðnum (á Jeunesse Musicales Wallonie -Bruxelles), Eysturríki (á Jeunesse - Musikalische Jugend Österreichs) og í Stórabretlandi, sum luttakari á “Shetland Folk Festival”.
Á skránni verða bæði siðbundin fólkaløg um fólk og hendingar frá heimstaðnum hjá tónleikarunum, umframt nýggjari løg við sínum egnu søgum. Ígjøgnum tónleikin og søgurnar læra áhoyrararnir um siðvenjur og lívsviðurskifti frá heimstaði teirra.
Í einari verkstovu arbeiða tey við á leið 20 næmingum í senn. Næmingarnir arbeiða í alt í tveir til tríggjar tímar við steðgum, har teir skulu gera eitt lag ella ein sangtekst.
Næmingarnir byrja við hugaroki um, hvat ella hvønn lagið ella teksturin skal snúgva seg um. Tá avgerðin er tikin, brúka tey hugtøk sum hendingarstaðið ella navnið á persóninum til at skapa skrokkin á lagnum. Eftir hetta verður ein stuttskrivivenjing, har hvør næmingur skrivar í stutta tíð eftir nøkrum fortreytum. Úrslitið frá hesum verður nýtt til í næstu uppgávu, har næmingarnir vera bidnir um at nýta sína lýsing til at ímynda sær hendingina ella persónin og til at skapa huglagið og sniðið á lagnum.
At enda verða uppskotini savnað saman til at gera endaliga lagið og/ella tekstin. Verkstovan endar við at hava framførslu av lagnum ella sanginum í sínum frumsniði.
Heimasíða: www.cortese-ruymbeek.com
Listagrein: Framførsla og verkstova
Slag: fólkatónleikur
Longd: 1 t framførsla 2 tímar verkstova
Málbólkur: 4.-7. flokkur, 8.-10. flokkur
Næmingatal: 10 - 80 næmingar
Tíðarskeið: 13. - 17. jan. 2025
Mál: Enskt
Høliskrøv: Tað størsta felagshølið, ið skúlin hevur at bjóða (t.d. ein fimleikahøll ella annað felagshøli).
Krøv til tøkni og útgerð: Atgongd til streym