Suðurnorski filmmobilurin NO
Næmingarnir gera sínar egnu stuttfilmar við vegleiðing frá serkønum filmskaparum, sum eru vanir at undirvísa børnum í filmsframleiðslu.
Longd: 5 tímar (1 skúladagur)
Tíðarskeið: 31. okt. - 4. nov. 2022
Suðurnorski filmmobilurin NO
Næmingarnir gera sínar egnu stuttfilmar við vegleiðing frá serkønum filmskaparum, sum eru vanir at undirvísa børnum í filmsframleiðslu.
Longd: 5 tímar (1 skúladagur)
Tíðarskeið: 31. okt. - 4. nov. 2022
Lena Nikolajsen FO
Vilt tú vita meira um bókbinding og Zine culture? Kom og lær teg at seyma tínar egnu bøkur og hoyr um Zine culture. Í hesari verksmiðjuni fara vit bæði at myndprýða og gera okkara egna bókling við 8 síðum.
Longd: 3 skúlatímar og 4 dagar á hvørjum skúla
Tíðarskeið: Nov. 2022
Fríði Djurhuus og Sigmund V.P. Zachariassen FO
Næmingarnir fara at læra um punksøguna, og hvat punk snýr seg um. Læra at syngja og spæla punk, hvussu mann rópar, og hvussu mann rokkar út. Læra at seta orð á sínar kenslur og at skriva tekstir og tónleik.
Longd: Verksmiðjan er 3 tímar og 3 dagar á hvørjum skúla
Tíðarskeið: novembur 2022
Bjørg Djurhuus og Rannvá Djurhuus Carlsson FO
Øll kunnu evna eina standmynd. Bonsaitráður er lættur at boyggja og at evna til figurar, og ostavoks er lætt at skera í og at dekka standmyndir við.
Longd: Verksmiðjan er frá 8 til 11.30
Tíðarskeið: 14. – 18. nov. 2022
Mariann Hansen & Hettarher FO
Mariann Hansen fer saman við tónleikabólkinum Hettarher, at endurgeva søgur frá okkara forfedrum í nýggjum hami. Vit lata oyruni upp og nýta hugflogið, ferðast 100 ár aftur í tíðina og inn í ein ævintýraheim, har nógvar hugsandi verur livdu í Føroyum.
Longd: 30 - 40 min.
Tíðarskeið: 21. - 25. nov. 2022
EKA trio og Birita Poulsen FO
Ein framførsla, ið sameinir tónleik, frásøgn og myndlist har næmingarnir uppliva søgnina um Kópakonuna á heilt nýggjan hátt
Longd: Framførslan er 30 – 35 min.
Tíðarskeið: 9. - 13. januar 2023
De Røde Heste DK
Ein lívsjáttandi og hjartanemandi frásøgn um at siga farvæl. Við hita, gamanslyndi og virðing verður søgan fortald um síðstu dagarnar í lívinum hjá einum nógv elskaðum marsvíni
Longd: 40 minuttir
Tíðarskeið: 13. -16. feb. 2023
Jo Strømgren Kompani NO
Ein lívligur sjónleikur, ið nýtir eyðkenni frá gomlum teknifilmum og stummfilmum. Gjøgnum livandi kropsmál, leikandi pall- og ljóðmyndir og hugtakandi tónleik miðlar leikurin eina søgu, sum er bæði stuttlig og snild.
Longd: Leiksýningin varir í umleið 40 minuttir. Verkstova 30 min.
Vit hava eisini prát við børnini aftan á sýningina, har tey kunnu seta sjónleikaranum spurningar (15 min.)
Tíðarskeið: 13. - 17. februar 2023
Teir fýra bassistarnir FO
Søgan um talentfullu Sigrið og hennara stríð við stóra kontrabassin. Á leiðini fer hon í hólmgongu við tango, rockabilly, neo-klassiskt, fólkatónleik og jazz, áðrenn hon finnur sína egnu leið.
Longd: 30 - 40 min.
Tíðarskeið: 20. - 24. feb. 2023
Woodpeckers Recorder Quartet SE, NO, IRL, DK
Eina spennandi, koreograferað framførsla av blokkfloytutónlist, ið fevnir um 600 ár – frá 15. til 21. øld.
Longd: 35 minuttir (+15 minuttir til framløgu/spurningar)
Tíðarskeið: 27. feb. - 3. mars 2023
Kultivator NO
Hvussu ljóðar ein søga, og hvussu sær eitt lag út? Í hesari verkstovuni arbeiða næmingarnir við at gera ljóðeffektir og animatiónir úr pappírsklippi til eitt sjónlag um Sinklars vísu.
Longd: 3 tímar
Tíðarskeið: 27. feb. - 3. mars 2023
Lasse Thorning Jæger DK/FO
Næmingarnir dystast við orðum og skriva og framføra yrkingar so hugfangandi, at skaldskapurin rungar í veggjunum restina av skúlaárinum.
Longd: 3 - 6 tímar. Mánadag til hósdag
Tíðarskeið: Februar og mars 2023
5 DANSARAR ÚR BÓLKINUM BOBBI LO PRODUKTION | DK/SV
Ein samvirkin dansisýning, sum lýsir sosialan atburð í spurningum um happing og autoritet
Longd: 45 + 15 minuttir
Tíðarskeið: Kemur seinni …
Barbara Hilduberg FO
Klassiska tekning á ein stuttligan og øðrvísi hátt.
Longd: 3 skúlatímar
Tíðarskeið: 5.okt., 12.okt., 19.okt., 26.okt. ella 2.nov. 2022
Silvurdrongur FO
Ein rúnabindandi framførsla við orðasangi, sum gevur næmingum íblástur at skriva egnar tekstir
Longd: Framførsla 20 – 30 min/verkstova 2 – 3 skúlatímar
Tíðarskeið: 7. - 11. mars 2023
HeartBeat DK
Ein fjølbroytt konsertuppliving, sum fær eldhugan at kóka yvir
Longd: 45 minuttir
Tíðarskeið: 27. - 30. mars 2023
Edith Mørkøre FO
Vit leita eftir íblástri og lutum at nýta til prentarbeiði, og soleiðis skapa víðari út frá tí, ið longu er skapt.
Longd: 4 skúlatímar
Tíðarskeið: 24. - 28. okt 2022