Skaldaslam
Næmingarnir skulu dystast við orðum. Teir skulu skriva yrkingar og framføra tær so hugfangandi, at skaldskapurin fer at runga í veggjunum restina av skúlaárinum. Við at næmingarnir sjálvir fáa høvi at royna seg við skapandi skaldskapi, snýr undirvísingin seg um at kveikja teirra áhuga fyri at arbeiða við orðum, ljóðum og merkingum.
SKALDASLAM – Poetry Slam undirvísing til børn og ung
Poetry slam (í fríari føroyskari tulking: Skaldaslam) er ein ung skaldskaparlist. Tað er ein yrkingakapping, har áskoðarafjøldin velur tann yrkjaran, ið gevur teimum ta størstu upplivingina. Seinastu tretivu árini er poetry slam vorðið eitt av skjótast vaksandi bókmentaligu rákunum í heiminum, og tað dregur stórar áskoðarafjøldir.
Reglurnar eru einfaldar:
Hvør yrkjari fær 3 minuttir til at framføra sína yrking
Tað er ikki loyvt at nýta eykaútgerð til framførsluna
Áskoðararnir meta um hvønn yrkjara og kjósa ein vinnara
Annars er orðið frítt og títt!
Sambært nógvum av teimum, sum fáast við poetry slam, er listarliga úttrykkið hjá hesi skaldskaparlist at finna einastaðni ímillum vanligan lýrikk, leiklistarmonolog, hipphopp-tekst, stand-upp skemt og søgulist. Tekstirnir verða skrivaðir við tí endamáli, at teir skulu lesast upp, og tá ið teir verða bornir fram, skifta teir skap frá tí, sum stendur á pappírinum.
Undirvísingin:
Tá ið eg arbeiði við poetry slam (bæði sum undirvísari og sum virkið listafólk), leggi eg dent á persónligu røddina, sterka úttrykkið, orðafloymin og óavmarkaðu møguleikarnar, ið standast av at sleppa øllum leysum. Gjøgnum skrivivenjingar, ið leggja dent á, hvussu teksturin skal framførast munnliga, fáa næmingarnir innlit í, hvat tað vil siga at skriva tann góða tekstin. Næmingarnir fáa eina nýggja rødd, tá ið teir skriva á blankt pappír, varnast nýggjar málberingar, framføra fyri hvørjum øðrum og spenna seg út sum nýklaktar yrkjarar. Forvitnir lærarar, ið hava hug at arbeiða meira við evninum eftir mína vitjan, kunnu fáa ein faldara frá mær við eyka skrivivenjingum og góðum ráðum til at halda fram at arbeiða við munnligum skaldskapi og lýrikki.
Undirvísarin, Lasse Thorning:
Eg havi undirvíst á yvir 70 skúlum í Danmark og havi hildið skriviskeið á bókasøvnum, listasøvnum og øðrum mentanarstovnum í mong ár. Gjøgnum hetta arbeiði havi eg ment ein hóp av skrivivenjingum, ið leggja dent á íblástur og einføldu gleðina, ið kemst av at arbeiða við máli.
Eg eri fyrrverandi danmarksmeistari í poetry slam/skaldaslam og havi millum annað vunnið Spoken Word virðislønina í 2010 saman við yrkjaranum og journalistinum Thorkil Jacobsen fyri okkara arbeiði við munnligum skaldskapi til børn og ung gjøgnum verkætlanina Piip Poesi. Eg eri dani, skilji føroyskt bæði í skrift og talu og búgvi í Havn saman við konu mínari, donsku-føroysku dóttur okkara og einum seyðahundi úr Klaksvík.
Navn á verkstovuni: SKALDASLAM
Listafólk: Lasse Thorning Jæger
Listagrein: Bókmentir og skaldskaparlist
Slag: Longri verkætlan (4 dagar á 4 ymiskum skúlum)
Longd: 3 - 6 tímar. Mánadag til hósdag á sama skúla. At enda verður skipað fyri einum “skúla-slam”, tá ið 10 - 15 næmingar dystast framman fyri hvørjum øðrum – ella fyri øllum skúlanum, um teir vilja.
Tíðarskeið: Februar og mars 2023
Málbólkur: 4. - 10. flokkur
Næmingatal: Undirvísingin er ætlað 10 - 30 næmingum
Høliskrøv: Ein skúlastova (ella líknandi) í ein heilan dag. Minst ein tíma í einum fyrilestrasali við mikrofon og hátalara
Krøv til tøkni og útgerð: Uppvørpa og telda við internetsambandi í skúlastovuni. Ein mikrofon. Eitt lítið PA-anlegg ella líknandi. Pappír – bæði blonk og við linjum. Blýantar/kúlupennar