Kópakonan í nýggjum hami

“Kópakonan í nýggjum hami” er ein framførsla, ið sameinir tónleik, frásøgn og myndlist. Næmingarnir fara at uppliva søgnina um Kópakonuna á heilt nýggjan hátt — við tónleiki eftir Páll Sólstein, sum EKA trio spælir og Birita Poulsen syngur og sigur frá við myndum hjá Edwardi Fuglø.

Kópakonan er skrivað fyri klaver, saxofon, trompet, sopransangara og frásøgufólk. Søgnin verður søgd við sjónleiki hjá Biritu Poulsen, ið bæði er sangari og frásøgufólk, og trioini EKA sum tónleikarum.

Flest øll børn í Føroyum kenna søgnina um kópakonuna, og við hesari framførsluni geva vit søgnini nýtt lív. Hóast søgnin er gomul, so eru evnini, sum søgnin viðger, sera aktuell hjá ungum í dagsins samfelagi.

Tónaskaldið Páll Sólstein hevur ein serligan eginleika at skriva vøkur og fangandi løg umframt at skapa serligt huglag. Hetta ger, at konsertin er ein heilt serlig uppliving fyri áskoðararnar frá byrjan til enda sum partur av ljóðalheiminum hjá Sólsteini. Myndirnar hjá Edwardi Fuglø verða vístar á uppvørpu fyri at gera konsertina visuella.

Eftir at hava spælt skúlasýningar í Føroyum januar 2022 hava vit fingið sera nógvar positivar afturmeldingar frá lærarum og ikki minst næmingum.


Navn á framførsluni: Kópakonan í nýggjum hami
Listafólk: Kristina Thede Johansen, Ernst Dánjalsson Remmel, Aksel Dánjalsson Remmel og Birita Poulsen
Listagrein: Tónleikur, frásøgn og myndlist
Slag: Framførsla
Longd: Framførslan er 30 – 35 min.
Tíðarskeið: 9. - 13. januar 2023
Málbólkur: 4. – 7. flokkur
Næmingatal: Í mesta lagi 200
Høliskrøv: Størri høli so sum aula ella fimleikahøll
Krøv til tøkni og útgerð: Gott hevði verið, um skúlar høvdu: Uppvørpu og Klaver
Roykmaskina er partur av framførsluni – vit hava hana sjálv við. Kanska er neyðugt hjá skúlum at sløkkja roykalarmarnar áðrenn framførsluna.