HeartBeat

Í framførslubólkinum HeartBeat Group eru tríggir rokaligir tónleikarar, sum eru fullir av spæligleði. Teir geva áskoðarunum eina fjølbroytta konsertuppliving, sum fær eldhugan at kóka yvir. Framkomnar rytmur verða leikandi lætt bornar fram, meðan pallurin verður fyltur við sangi, rappi, sjónleiki og stomp. 

Við hjartahita og skálkabrosi strálar HeartBeat Group langt út um leikpallin og trøllbindur børnini, sum verða boðin at taka lut í framførsluni við sangi, klappum og bodybeatum. Fyri hvørt trummuslag – hvørt hjartaslag – breiða smílini seg.

Gjøgnum árini hevur HeartBeat Group spælt fyri meir enn 100.000 børnum, og hvør konsert hevur verið ein einastandandi uppliving. Vit elska at spæla fyri børnum. Tey taka beinanvegin ímóti spæligleðini og eru løtt at ávirka við eldhuga. Børn eru livandi og spontanir áskoðarar, so tvær skúlakonsertir eru ongantíð eins. Tá ið vit spæla fyri børnum, kunnu vit planta eitt fræ og vekja teirra musikalsku gávur. Fyri okkum er tað umráðandi at geva næmingunum eina framúrskarandi uppliving av livandi tónleiki, ið birtir undir teirra forvitni og gevur teimum íblástur til sjálvi at spæla tónleik. Satt at siga høvdu vit ynskt, at ein bólkur av eldhugaðum tónleikarum hevði vitjað okkum, tá ið vit gingu í skúla.

Henda skúlakonsertin er ment í samstarvi við ein framleiðara frá LMS – Levende Musik i Skolen. Konsertin er spæld, eftirmett og betrað gjøgnum meir enn 500 framførslur á donskum skúlum og á skúlum í øðrum londum. HeartBeat Group veitir eina fjølbroytta konsertuppliving, ið blandar stomp-sjangruna við sang, rapp og sjónleik. Við tónleikinum í miðdeplinum sigur hvørt einstakt lag eina søgu. Rytmur úr øllum heiminum og ein egghvøss timing seta karmin um smáar søgur úr gerandisdegnum. Við kropsmáli, skemti og andlitsbráum viðgera løgini evni sum happing, kapping, grammleika og vinaløg.

Hetta er ein konsert, sum gevur íblástur og letur eygu upp. Alskyns ljóðføll verða skapt á borðum og tunnum, kipsíløt verða nýtt sum sjeykarar, dunkar verða nýttir sum slagverk, ljóðføri verða nýtt til at framføra røddir, og kroppurin verður nýttur sum trummusett.

Tey 9 løgini vísa støður, sum børnini kunnu kenna seg aftur í. Til dømis lýsir eitt lag ein skúlatíma, og eitt annað lag snýr seg um, hvussu galið tað kann ganga, tá ið tú býtir leiku um við eitt annað barn. Eitt triðja lag lýsir, hvussu kapping kann seta ilt ímillum vinir.

Næmingarnir verða drignir við í framførsluna. Teir taka lut í smáum rytmuspølum, teir verða bjóðaðir av og prikaðir við ‘call and response’ spølum, og við sangi, klappum og bodybeatum geva teir sítt íkast til framførsluna. Av tí at konsertin fevnir um bæði buldur, brak og stórar armrørslur – og friðarligari løtur við sangi og orðleysari søgufrásøgn – vendir hon sær til bæði dreingir og gentur.

Við stomp-konsert okkara vilja vit vísa børnunum, at tónleikur altíð er til taks – at ljóð eru allastaðni kring okkum. Hava vit hug, kunnu vit bara leggja í vaðið. Okkara høga musikalska støði er saman við okkara óhátíðarliga og spælandi hugburði til tónleikin við til at kveikja eldhuga og íblástur hjá næmingunum. Vit gera tónleikin ítøkiligan og taka hann niður í barnahædd, t.d. við at nýta kroppin sum ljóðføri til at skapa eitt BodyBeat-lag saman við næmingunum. Framleiðslan er orðleys, og við hesum vísa vit, hvussu tónleikurin kann vera eitt mál í sjálvum sær.

Áðrenn vitjanina veita vit undirvísingarsjónfílur, so at næmingarnir kunnu fyrireika seg til konsertina.

Heimasíðan hjá HeartBeat Group:
www.heartbeatgroup.dk


Navn á verkætlanini: HeartBeat
Listafólk: tríggir tónleikarar úr bólkinum HeartBeat Group
Listagrein: Stomp tónleikur
Slag: Sýning og verkstova. Eftir sýningina kunnu vit bjóða eina verkstovu á 30 min. fyri einum skúlaflokki
Longd: Sýningin varir í umleið 45 minuttir.
Tíðarskeið: 27. - 30. mars 2023
Aldursbólkur: 0. - 10. flokkur
Næmingatal: Í mesta lagi 200
Høliskrøv: Vit hava tørv á einari gólvvídd (uttan gólvteppi), ið er 6 x 6 x 3,5 metrar høg.
Krøv til tøkni og útgerð: Okkum tørvar vanlig streymstikk