Saman um tekningina
Næmingarnir fáa grundleggjandi undirvísing í klassiskari tekning. Tilgongdin er løtt, og dentur verður lagdur á samanhald og felagsskap. Næmingarnir fara tekniskt til verka – á stuttligan og øðrvísi hátt. Ferðin er stór, og næmingarnir fáa kunnleika um nógvar ymsar teknihættir.
"Tekna tað, ið tú sært. Ikki tað, ið tú heldur, at tú veitst."
Setningurin bleiv endurtikin aftur og aftur, tá ið eg sjálv gekk á tekniskúla í DK. Eg lurtaði, og eg skilti orðini, men tað var ikki, fyrr enn tekniskúlin var liðugur, at eg veruliga skilti týdningin.
Hvat merkir tað í veruleikinum "at síggja", og hvat liggur í vælkenda setninginum "at tegne er at se?"
At síggja hvør annan er nakað, ið vit øll hava brúk fyri anno 2022 – uttan skerm og uttan filtur. Á tekniskeiðnum verða eyguni fest á felagsskapin, og vit venda okkum ímóti hvør øðrum – við blýantinum í hondini. Vit gloyma alt um fullkomnar og ófullkomnar linjur ... Vit gera skjótar og hálvlidnar skitsur ... Vit tekna við vinstru hond ... Vit býta um tekningar ... Vit gera alt tað, ið ikki er vanligt at gera á einum tekniskeiði.
Á lættan og óhátíðarligan hátt fáa vit kunnleika um grundleggjandi teknihættir. Vit leggja merki til og avmynda anatomiskar smálutir hjá hvør øðrum, samstundis sum vit fáa frálæru í eitt nú ljósi, skugga og perspektivtekning.
Á skeiðnum finna vit teknigleðina fram aftur, og vit leggja merki til serliga væleydnaðar smálutir í myndlistini hjá hvør øðrum.
Skeiðið gevur børnunum og teimum ungu eina øðrvísi (og minni perfektionistiska) tilgongd til kreativt arbeiði, og undirvísingarformurin kann lættliga førast yvir á aðrar kreativar lærugreinar.
Stutt um meg sjálva:
Eg eri 35 ára gomul og útbúgvin á Kongaliga Akademiinum í 2018 (BA í møbla- og rúmdesigni, og MA í co-designi). Áðrenn eg fór undir útbúgving, gekk eg á "Skolen for Kunst og Design" í Aarhus og á Borups Háskúla í Keypmannahavn. Í løtuni starvist eg sum lýsingaráðgevi/Samskipari hjá Kvinnu, eins og eg eisini geri innrættingaruppgávu fyri Fróðskaparsetur Føroya. Eisini undirvísi eg næmingum og starvsfólki á Dugna í tekning og fari í apríl mánaði at skipa fyri tekniskeiði á Føroya Fólkaháskúla.
Navn á verkætlanini: Saman um tekningina
Listafólk: Barbara Hilduberg
Listagrein: Myndlist
Slag: Verksmiðja
Longd: 3 skúlatímar
Tíðarskeið: 5. okt., 12. okt., 19. okt., 26. okt. ella 2. nov. 2022
Málbólkur: 4. – 10. flokkur
Næmingatal: Í minsta lagi 4 og mesta lagi 30
Høliskrøv: Vanlig skúlastova ella evningstova (onnur størri høli eru eisini hóskandi)
Krøv til tøkni og útgerð: Vit brúka dygdarpappír, litblýantar og vanligar blýantar