Filmverkstova
Næmingarnir gera sínar egnu stuttfilmar við vegleiðing frá serkønum filmskaparum, sum eru vanir at undirvísa børnum í filmsframleiðslu. Við okkum hava vit ein kassa av teldlum, og vit skipa fyri at skapa eitt trygt, sosialt og skapandi umhvørvi, har øll sleppa at royna at gera ein film. Undir serkønari leiðslu av undirvísarunum skulu næmingarnir nýta teldlarnar til bæði upptøku og klipping av filminum. Tøknin er so einføld, at ein og hvør kann vera við.
Skrá fyri verkstovuna, skipað eftir skúlatímum:
1.
Innleiðsla: “Hvat er filmur?” – Undirvísarin fer í aktivan dialog við næmingarnar.
Dømi: "Hvør tykkara hevur verið og hugt at filmi í biografinum í ár?” – “Hvør tykkara lesur tekniseriubløð?” – “Hvør tykkara hevur hugt at YouTube, áðrenn tit komu í skúla?” – Hvat hava tekniseriubløð, sjónvarpsrøðir, Tik-Tok og reklamur til felags? Søgur!
– Hvat er ein søga, og hví eru søgur so áhugaverdar? Her tosa vit um hetjur og skálkar, lukkuligar og syrgiligar endar, og vit viðgera, hvat eitt vegamót er í eini søgu. Vit tosa eisini um filmssjangrur – og næmingarnir verða bidnir um at nevna so nógvar sjangrur, sum teir kunnu koma í tankar um.
– Ein venjing: Saman við undirvísaranum ger flokkurin ein spennandi stummfilm um eina roynd í støddfrøði. Hetta er ein fyrireiking til tað, sum tey skulu gera aftaná.
– Ein spurnakapping um, hvat filmmál er og kann vera: Hví eru nærmyndir av andlitinum á sjónleikarum so umráðandi fyri søguna?
– Hvør ger hvat í einari filmframleiðslu? Næmingarnir eru filmskaparar og fáa ymiskar leiklutir, tá ið teir skulu arbeiða saman í bólkum.
2.
Flokkurin verður býttur í bólkar við fimm-seks næmingum hvør. Saman skulu tey velja eina av trimum uppgávum.
Tær tríggjar uppgávurnar snúgva seg um at skapa einfaldar søgugongdir, ið hvør bólkur kann brúka sum byrjanarstøði fyri filmin.
Dømi: “Hvat hendi, tá ið tann nýggi næmingurin í skúlanum vísti seg at vera ein rúmdarvera við óndum ætlanum?"
Er hetta skemtifilmur ella ræðufilmur – ella kanska bæði? Undirvísarin skal góðkenna hugskotið, áðrenn bólkarnir fáa ein teldil hvør.
Undirvísarin vísir hvørjum bólki fyri seg, hvussu tey skulu nýta teldilin og iMovie.
3.
Hvør bólkur ger filmsupptøkur innan fyri skúlans øki.
4.
Klipping av filminum fevnir eisini um at seta filmsheiti, tónleik, ljóðeffektir og litfiltur á filmin.
5.
Heimsfrumframførslan fer fram í skúlastovuni saman við einari stuttari eftirmeting.
Leiðbeiningar: Ongar myndir av harðskapi ella sjálvmorði, og onki niðurgerandi ella ljótt mál.
Vit leggja dent á, at vit strika allar upptøkur á øllum teldlunum á hvørjum degi.
Um skúlin ynskir eitt eintak av lidnu filmunum, sum verða framleiddir á teirra skúla, skal skúlin veita ein harðdisk ella ein geyma, sum vit kunnu goyma filmarnar á, tá ið skúladagurin er av.
Navn á verkætlanini: Filmverkstova
Listafólk: Tveir filmskaparar úr suðurnorska filmmobilinum
Listagrein: Filmur – myndlist
Slag: Verkstova
Longd: 5 tímar (1 skúladagur)
Tíðarskeið: 31. okt. - 4. nov. 2022
Aldursbólkur: 4. - 10. flokkur
Næmingatal: Ein flokkur
Høliskrøv: Vanlig floksstova
Krøv til tøkni og útgerð: stikkkontaktir og í minsta lagi ein lærara, sum er til staðar. Suðurnorska filmmobilinum veitir alla neyðugu útgerðina, harímillum teldlar, løðarar og macbooks, sum verða nýttar til at sýna sjónfíluna “Hvat er filmur?” og til at sýna endaligu filmarnar.Um skúlin ynskir eitt eintak av lidnu filmunum, sum verða framleiddir á teirra skúla, skal skúlin veita ein harðdisk ella ein geyma, sum vit kunnu goyma filmarnar á, tá ið skúladagurin er av.