Evna tína egnu standmynd
At menna skapandi evnini hjá næmingunum í dagsins samfelag hevur alstóran týdning. Ikki minst á ein hátt, har einstaki næmingurin ikki bert er áskoðari, men við skapandi uppgávum sjálvur fær møguleika at vera virkin við hjarta, hugflogi og hondum og fáa kenslu av at eydnast. Hetta fer at smitta jaliga av á læruhugin hjá næminginum í øðrum lærugreinum og á skúlagongdina sum heild. Tað skapandi arbeiðið er eisini við at styrkja sjálvsvirðið og samleikan hjá einstaka næminginum. At skapa eitthvørt visuelt er við til at siga umheiminum, hvør tú ert. Somuleiðis fáa næmingarnir høvi til at síggja seg sjálvar í mun til hinar næmingarnar / umheimin.
8.00–8.50 Dagurin byrjar við at stimbra hugflog næminganna við myndum av kendum standmyndum, sagnum, tónleiki og práti um serligar sjóverur sum marmenlar, nykar og kópakonur.
9.00–10.30 Tá ið næmingarnir hava sæð og fingið greitt frá, hvussu standmyndirnar verða uppbygdar við bonsaitráði og ostavoksi, fara næmingarnir undir at evna egnar standmyndir við støði í dagsins uppleggi.
10.40–11.30 Eftir at næmingarnir hava evnað sína egnu standmynd, verða næmingarnir samlaðir og skulu nú stutt seta orð á arbeiðsgongdina og geva standmyndini navn. At enda verða standmyndirnar vístar fram á einum hóskandi stað í skúlanum.
Okkara verkætlan: Sjáldsamar sjóverur byggir á estetiskar lærutilgongdir. Estetiskar lærutilgongdir eru við at tryggja, at allir næmingar fáa eina góða listarliga uppliving. Fleiri av okkara standmyndum kring landið eru úr sagnum um sjóverur sum partur av okkara søgu. Sostatt er eitt mál fyri verkætlanina eisini at knýta teori og praksis saman við at kunna næmingarnar um okkara sagnir. Øll kunnu evna eina standmynd. Bonsaitráður er lættur at boyggja og at evna til figurar, og ostavoks er lætt at skera í og at dekka standmyndir við. Til verkætlanina hava vit lagt eitt filmsbrot út á YouTube, har stutt verður greitt frá sagnum og standmyndum og síðani víst, hvussu standmyndin verður uppbygd. Fyrra filmsbrotið er gjørt til verkætlanina um ”Sjáldsamar sjóverur”.
Navn á verkætlanini: Evna tína egnu standmynd
Listafólk: Bjørg Djurhuus og Rannvá Djurhuus Carlsson
Listagrein: Myndlist
Slag: Verksmiðja
Longd: Verksmiðjan er frá 8 til 11.30
Tíðarskeið: 14. – 18. nov. 2022
Málbólkur: 0. - 10. flokkur
Næmingatal: Ein skúlaflokkur (24)
Høliskrøv: Ljóst & rúmligt
Krøv til tøkni og útgerð: Flatskermur.