Sagnir & ævintýr
Mariann Hansen fer saman við tónleikabólkinum Hettarher, at endurgeva søgur frá okkara forfedrum í nýggjum hami. Vit lata oyruni upp og nýta hugflogið, ferðast 100 ár aftur í tíðina og inn í ein ævintýraheim, har nógvar hugsandi verur livdu í Føroyum.
Frá ári 1898 ferðaðist tann kendi og høgt metti vísindamaðurin Dr. Jakobsen um í oyggjunum og skrivaði sagnir og ævintýr upp, sum heimildarfólk fortaldu honum. Longu í 1901 hevði tað eydnast honum at givið alt tilfarið út í heftum. Við hesum tilfari vilja vit vísa eina mynd av tilveruni hjá føroyingum fyrr í tíðini og endurspegla við okkara modernaða samfelag í dag.
Ævintýr er skaldskapur á manna munni, og fara vit at framføra trý gandaævintýr:
“Vetil kongasonur”
“Teir sjey svanirnir”
“Rossadrongurin”
- Vit mæla skúlum til at nýta hetta tilfar í undirvísingini áðrenn og eftir sýningar okkara.
Við brúk av rúmi, ljóði og ljósi leiða vit børnini inn í ein hugsveimandi ævintýraheim.
Konseptið ”Sagnir & Ævintýr” byrjaði í sambandi við Listaleypin 2018. Vit framførdi “Purkhúsið", “Undarligi" og "Risans klóta” viđ Annfinni Heinesen sum gestaleikar. Hetta var mest umbiðið hjá Listaleypinum hetta árið. Haraftrat luttóku vit á barnafestivalin hjá Norđurlandahúsinum við einari útseldari framførslu.
#hettarher
Navn á framførsluni: Sagnir & Ævintýr
Listafólk: Mariann Hansen & Hettarher
Listagrein: Sjónleik, frásøgn, bókmentir, tónleik
Slag: Framførsla
Longd: 30 - 40 min.
Tíðarskeið: 21. - 25. nov. 2022
Málbólkur: 4. – 10. flokkur
Næmingatal: Einki mark
Høliskrøv: Tað størsta felagshølið, ið skúlin hevur at bjóða (t.d. ein fimleikahøll ella annað felagshøli). Hølið skal helst kunna myrkaleggjast (er ikki krav)
Krøv til tøkni og útgerð: Atgongd til streym