Sigrið í hólmgongu við kontrabassin

Teir fýra bassistarnir framføra og fortelja søguna um talentfullu gentuna Sigrið og hennara stríð við tann stóra kontrabassin. Á leiðini fer hon í hólmgongu við tango, rockabilly, neo-klassiskt, fólkatónleik og jazz, áðrenn hon finnur sína egnu leið. Næmingarnir sleppa bæði at vera við í framførsluni og at spæla á hetta bergtakandi ljóðførið.

Framsýningin tekur børnini inn í kampin hjá Sigrið at blíva stóri bassisturin, sum hon er í dag. Kontrabassurin er ein harður og sterkur mótstøðumaður. Á leiðini fer hon í hólmgongu við tango, rockabilly, neo-klassiskt, fólkatónleik og jazz, áðrenn hon finnur sína egnu leið. Men at enda vinnur Dávid á Goliat.

Søgan er skrivað saman við Dánjali á Neystanbø, sum eisini hevur hjálpt við uppsetingini.


Navn á framførsluni: Sigrið í hólmgongu við kontrabassin
Tónleikarar: Torbjørn Torleiksson Mortensen, Sigrið F. Hansen, Svend Torleik Mortensen og Agnar Lamhauge
Listagrein: Tónleikur og sjónleikur
Slag: Framførsla
Longd: 30 - 40 min.
Tíðarskeið: 20. - 24. feb. 2023
Málbólkur: 0. – 7. flokkur
Næmingatal: Óavmarkað
Høliskrøv: Onki
Krøv til tøkni og útgerð: Onki