Tann troytti maðurin

“Tann troytti maðurin” er ein lívligur sjónleikur, ið nýtir eyðkenni frá gomlum teknifilmum og stummfilmum. Gjøgnum livandi kropsmál, leikandi pall- og ljóðmyndir og hugtakandi tónleik miðlar leikurin eina søgu, sum er bæði stuttlig og snild. Jo Strømgren Kompani leggur dent á at stimbra hugasambond. Við at lýsa støður á pallinum, ið kunnu tykjast at hava lítið upp á seg við fyrsta eygnabragd, vekir leiksýningin hugasambond til støður í gerandislívinum hjá teimum ungu.

Í einari lítlari íbúð stendur ein song. Ein vekjari ringir. Ein armur trilvar seg undan dýnuni og steðgar ringingini. So ringir ein nýggjur vekjari, niðri í einari skuffu.

Soleiðis byrjar søgan um ein mann, sum ikki klárar at fara upp um morgunin. Morgunritualið vísir okkum, at hann hvørt kvøld setir í verk enn fleiri tiltøk til tess at vakna næsta morgun. Hesi tiltøk eru eftir hondini vorðin so víðgongd, at tað er eyðsýnt, at maðurin hevur stríðst við hetta leingi. Gjøgnum eitt vindeyga kann maðurin eygleiða heimin uttanfyri frá morgni til middags og seinnapart. Uttan at hann klárar at vakna heilt. Hansara einasta samvera við umheimim er eitt útvarp, ið spælir tónleik og tekur ímóti telefonuppringingum frá lurtarum. Til endans eydnast tað troytta manninum at vakna. Men tá er tað vorðið kvøld aftur og tíð til at byrja eitt nýtt vónleyst ritual: at klára at sovna. Tá ið tað endiliga eydnast honum at sovna, er tað sjálvandi bara eitt snork, til vekjarin ringir aftur.

Sjónleikurin “Tann troytti maðurin” er ein lívlig leiksýning, ið nýtir eyðkenni frá gomlum teknifilmum og stummfilmum. Uttaná snýr leikurin seg um eitt B-menniskja, sum droymir um at verða A-menniskja. Eitt undirliggjandi tema er spurningurin um, hvørt vit eru fødd, sum vit eru, ella um vit eru før fyri at broyta okkum. Eisini viðger sýningin væntanirnar og sviðan av ikki at røkka til. Annars er tað at vera troytt/ur um morgunin eitt, sum mest sum øll børn og ung kenna, og tí er tað eisini eitt gott byrjanarstøði til eina garvilla og hugvekjandi ferð. 

“Tann troytti maðurin” er annar sjónleikurin, sum vit hava gjørt til ungar áskoðarar. Síðani frumsýningina í desember 2019 hava vit verið á fleiri stórum rundferðum í Noregi við leikinum. Harumframt hava vit framført leikin í Kekkia og Svøríki. Tilsamans hava vit framført hann yvir 100 ferðir.

»Her eru rørslur og keipur, spenningur og eymleiki, garvill yvirdrívilsi og fjálgandi hiti. Anders Sanzén sum Clas Gøran røkir spenningin millum hesi neyvstillaðu hugløg til fulnar. Hann framførir bæði hugtyngdina og áræðið.« ★★★★★☆ Ole Jacob Hoel, Adresseavisen

Jo Strømgren Kompani er ein kendur dansi- og leikbólkur úr Noregi. Seinastu 20 árini hevur bólkurin ferðast víða kring heimin við sínum leiksýningum, sum hava verið fagnaðar við rósi og virðislønum í meir enn 60 londum. Leikbólkurin er kendur fyri at skapa leiksýningar, har dansur og leiklist verða sameind á skemtiligan og óvæntaðan hátt. Her fært tú samtíðarsjónleik á høgum listarligum stigi, sum hóskar ómetaliga væl til ungu áskoðararnar.

Nærri upplýsingar: http://jskompani.no/productions/43


Navn framførsluni: Tann troytti maðurin
Listabólkur: Jo Strømgren Kompani
Listagrein: Leiklist
Slag: Leiksýning og verkstova
Longd: Leiksýningin varir í umleið 40 minuttir. Verkstova 30 min.
Vit hava eisini prát við børnini aftan á sýningina, har tey kunnu seta sjónleikaranum spurningar (15 min.)
Tíðarskeið: 13. - 17. februar 2023
Aldursbólkur: 0. - 7. flokk
Næmingatal: Í mesta lagi 120
Høliskrøv: Minsta støddin á leikhølinum er 8,5m x 5m x 3m (hædd). Myrkalegging, um møguligt.
Krøv til tøkni og útgerð: Ljóðanlegg