Skapa út frá tí, ið longu er skapt

Vit leita eftir íblástri og lutum bæði innan- og uttandura á øki skúlans. Síðani nýta vit hesar lutir til prentarbeiði, og soleiðis skapa víðari út frá tí, ið longu er skapt.

Vit lata upp fyri at hugsa um tað, vit síggja dagliga, á ein annan hátt. Vit síggja og føla harðheit, bleytheit og strukturar og tosa nógv um hetta fyri at "síggja enn betur". Næmingarnir arbeiða sjálvstøðugt við egnum verkum og saman um stórt felags verk. Vit enda verkstovuna við at arbeiða saman um at samskipa eina áhugaverda framsýning á skúlanum.


Listafólk: Edith Mørkøre
Listagrein: Myndlist
Slag: Verksmiðja
Longd: 4 skúlatímar
Tíðarskeið: 24. - 28. okt 2022
Málbólkur: 4. – 7. flokkur
Næmingatal: 6 – 18 næmingar
Høliskrøv: Handverk og list-stovurnar eru væl egnaðar. Gott borðpláss til hvønn næming at arbeiða á. Vøsk skulu vera nærhendis, so lætt er at reinsa amboð og plátur.
Veggjapláss til framsýning: Uml. 1 m2 fyri hvønn luttakandi næming.
Krøv til tøkni og útgerð: Pappír, snórar, klemmur og læraratyggigummi til at heingja framsýningina upp við. Viðmerkið í tilmeldingini um skúlin eigur svertur, valsar, pressuamboð og plátir.