Do as I say

DO AS I SAY er ein samvirkin dansisýning, sum lýsir sosialan atburð í spurningum um happing og autoritet. Áskoðararnir medvirka gjøgnum alla sýningina, og bæði áskoðarar og dansarar fáa leiðbeiningar úr hátalarunum, men hvør er tað í roynd og veru, sum ræður? Endamálið er, at áskoðararnir skulu gerast tilvitaðir um, hvussu lætt vit verða ávirkað av einum bólki ella autoriteti.

Í 2020 skapti Bobbi Lo Produktion DO AS I SAY, sum er ein avbjóðandi dansisýning, sum vendir sær beinleiðis til skúlanæmingar, við evnunum happing og autoriteti. Sýningin er samvirkin, áskoðararnir medvirka ígjøgnum alla sýningina, har bæði áskoðarar og dansarar fáa leiðbeiningar á enskum úr hátalarunum.

Við í sýningini eru 5 dansarar, og koreografarnir Lava Markusson og Michael Tang hava skapt verkið við tónleiki eftir Jonatan Lundberg. Koreografi og rørslur hava ráðandi leiklut í verkinum, og endamálið er, at áskoðararnir skulu gerast tilvitaðir um, hvussu lætt vit verða ávirkað av einum bólki ella autoriteti til ein ynsktan ella óynsktan atburð.

So hvørt sum sýningin varð til, nýttu vit royndirnar og metingarnar hjá studentaskúlanæmingunum sum lopfjøl, tað var umráðandi hjá okkum at fáa eina djúpa fatan av vandamálinum við happing úr sjónarhorninum hjá teimum ungu, og vit samstarvaðu millum annað við næmingar úr Århus Gymnasium Tilst. Høvuðsmálbólkurin eru skúlanæmingar á 12-18 ára aldri. Hetta tíðarskeiðið í lívinum eru vit fyri einum stórum sosialum trýsti, tí er tað týdningarmikið at kunna stíga eitt fet eftir hæli og hugleiða um bæði sín egna atburð og atburðin hjá øðrum, og tað gevur DO AS I SAY teimum ungu høvi til.

DO AS I SAY kannar, hvat ið skilmarkar happing og tað at gera mismun, og hvussu tað er vorðið á bólkastigi. Ígjøgnum DO AS I SAY vilja vit lýsa lyndi menniskjans til at fylgja sterkum autoritetum og  lýsa týdningin hjá bólkinum í hesum samanhangi. Vit skapa eitt rúm, har ein trygt kann sleppa at royna ymisk atburðarmynstur, uppliva og avtaka valdsskipanir, umframt at endavenda vandabundnu hugsanini um vald og samfelag. Vit skapa eitt víðfevnt sjálvnám í sosialum kodum.

Hvussu verða vit ávirkað av bólkatrýsti? Hvør hevur vald? Hví gera vit øll, sum hann sigur?

Eftir sýningina halda dansarar og koreografar eina verkstovu, t.e. hava eina samtalu við tey ungu, har upplivingin við sýningini verður eftirmett, høvi verður eisini at skifta orð um aðrar hendingar og sosial mynstur, sum áskoðararnir hava verið vitni til.

Uppskotið hevur fokus á fleiri av heimsmálunum hjá ST, og sama hvat ið mentanarliga bakgrundin er, uppvøkstur, kynsfatan, hindur, samleiki og eyðmerking, skulu vit á jøvnum føti hava møguleika fyri at uppliva, venda og snara bygnaðinum, so sum óvardleika og valdi.


Listafólk: 5 dansarar úr bólkinum Bobbi Lo Produktion
Listagrein: Dansur
Slag: Sýning við verkstovu
Longd: Sýningin varir 45 min. Verkstovan varir í uml. 15 min.
Tíðarskeið: kemur seinni
Mál: Enskt
Málbólkur: 7.–10. flokk
Næmingatal: Í minsta lagi 6 og í mesta lagi 30 næmingar
Høli: Í minsta lagi 12x12 metrar (til dømis ein fimleikahøll)
Krøv: Hátalarar og ljóðstyrkjari, sum kann bindast í teldu