Orðagandur
Næmingarnir uppliva eina rúnabindandi framførslu við orðasangi, sum gevur teimum íblástur at skriva egnar tekstir – og harafturat høvi at seta íblásturin í verk.
Eg vil geva teimum íblástur og prógva fyri teimum, hvussu ríkt, stórt og flótandi føroyska málið er.
Síðan vil eg geva teimum skrivivenjingar, sum eru sniðgivnar at vísa næmingunum, at tey duga.
Eg vil fegin seta næmingarnar í ein ring og framføra beint framman fyri teimum. Eg vil avbjóða teirra fatan av, hvat ein framførsla er, og hvussu ein einstakur framførari kann temja eitt rúm við huglagnum, sum viðkomandi skapar. Eg vil geva teimum íblástur og prógva fyri teimum, hvussu ríkt, stórt og flótandi føroyska málið er. Síðan vil eg geva teimum skrivivenjingar, sum eru sniðgivnar at vísa næmingunum, at tey duga. Tey hava tað longu í sær, og tað gongur sjón fyri søgn, tá ið tey seta seg við tí rætta huglagnum og røttu inspiratiónini. Eg vil geva teimum amboð og hugmyndir, sum tey ongantíð missa burtur.
Navn á verkætlanini: Orðagandur
Listafólk: Trygvi Danielsen
Listagrein: Skaldskapur, tónleikur, hipphoppur
Slag: Framførsla við verksmiðju
Longd: Framførslan er 20 – 30 min., verkstovan er 2 – 3 skúlatímar
Tíðarskeið: 7. - 11. mars 2023
Málbólkur: 8. – 10. flokkur
Næmingatal: Minst 10, mest 30.
Høliskrøv: So intimt sum gjørligt, vanlig høli við sitiplássi til hvønn næming
Krøv til tøkni og útgerð: Eingi krøv. Bert ein framførsla uttan mikrofon og ein skriviverkstova við penni og pappíri