Jeremias Heppeler
Gera snildfonina til eitt kraftargott filmstól.
Longd: 3-6 tímar
Tíðarskeið: 11.-15. mars 2024
Convoi Exceptionnel
Á sínum stóli í flokkinum uppliva næmingarnir í hoyritelefon eina ljóðfrásøgn um happing og siðmenning.
Longd: 45 minuttir (tað ber til at hava tvær framførslur sama dag á sama skúla)
Tíðarskeið: 26. februar-1. mars 2024
ENSEMBLE
Í ENSEMBLE verður ein skúlaflokkur samstarvandi dansarar í einari dansi- og tónleikaframførslu
Longd: 90 minuttir um dagin við hvørjum bólki. Verkstova mán-hósd + framsýning fríggjadag
Tíðarskeið: 22. januar – 2. februar 2024
Musikteatret SAUM
Stuttligur og skaldsligur sjónleikur við livandi tónleiki, yrkingum, dukkum og operasangi við støði í tí kenda ævintýrinum um Øskufíu, sum eingin legði í.
Longd: 35 minuttir (tað ber til at hava tvær framførslur sama dag á sama skúla)
Tíðarskeið: 18.-22. mars 2024
Passepartout Theatre Production
TO BE er en skaldslig og skemtilig søga um eitt lív, tá ið tað gongur við og ímóti.
Longd: 40 minuttir (tað ber til at hava tvær framførslur sama dag á sama skúla)
Tíðarskeið: 20.-24. novembur
Marjun Syderbø Kjelnæs og Helle Thede Johansen
Longd: Verksmiðjan er 4 ferðir 3 tímar í 4 vikur á hvørjum skúla (eftir nærri avtalu við listarfólk)
Tíðarskeið: Februar 2024
Lasse Thorning Jæger
Næmingarnir skulu dystast við orðum. Teir skulu skriva yrkingar og framføra tær so hugfangandi, at skaldskapurin fer at runga í veggjunum restina av skúlaárinum.
Longd: 3 - 6 tímar.
Tíðarskeið: 15.-19. januar 2024
Kompani Tvärs
Sjónleikur, livandi tónleikur og sirkus – ein skaldslig og tónlistarlig framførsla um sorg.
Longd: 35 minuttir
Tíðarskeið: 6.-12. mars
Eva Bullens og Floortje Zonneveld
Vit fara at brúka bæði flokshølið og uttanduraøkið til at skapa myndir, listakortlegging, fotografi, framførslur, skaldskap, ljóðbrot og sjónbrot.
Longd: 4 dagar við einum bólki í 2-4 vikur (skúlarnir samskipa tímatalvu við listarfólkunum)
Tíðarskeið: 26. februar til 22. mars