SKALDASLAM

Poetry slam (í fríari føroyskari tulking: Skaldaslam):

Sambært nógvum av teimum, sum fáast við poetry slam, er listarliga úttrykkið hjá hesi skaldskaparlist at finna onkustaðni ímillum vanligan lýrikk, leiklistarmonolog, hipphopp-tekst, stand-upp skemt og søgulist. Tekstirnir verða skrivaðir við tí endamáli, at teir skulu lesast upp, og tá ið teir verða bornir fram, skifta teir skap frá tí, sum stendur á pappírinum.

Við at næmingarnir sjálvir fáa høvi at royna seg við skapandi skaldskapi, snýr undirvísingin seg um at kveikja teirra áhuga fyri at arbeiða við orðum, ljóðum og merkingum.
Poetry slam er ein ung skaldskaparlist. Tað er ein yrkingakapping, har áskoðarafjøldin velur tann yrkjaran, ið gevur teimum ta størstu upplivingina. Seinastu tretivu árini er poetry slam vorðið eitt av skjótast vaksandi bókmentaligu rákunum í heiminum, og tað dregur stórar áskoðarafjøldir.

Reglurnar eru einfaldar:

  • Hvør yrkjari fær 3 minuttir til at framføra sína yrking

  • Tað er ikki loyvt at nýta eykaútgerð til framførsluna

  • Áskoðararnir meta um hvønn yrkjara og kjósa ein vinnara

  • Annars er orðið frítt og títt!

Undirvísingin:

Tá ið eg arbeiði við poetry slam leggi eg dent á persónligu røddina, sterka úttrykkið, orðafloymin og óavmarkaðu møguleikarnar, ið standast av at sleppa øllum leysum. Gjøgnum skrivivenjingar, ið leggja dent á, hvussu teksturin skal framførast munnliga, fáa næmingarnir innlit í, hvat tað vil siga at skriva tann góða tekstin. Næmingarnir fáa eina nýggja rødd, tá ið teir skriva á blankt pappír, varnast nýggjar málberingar, framføra fyri hvørjum øðrum og spenna seg út sum nýklaktar yrkjarar. Forvitnir lærarar, ið  hava hug at arbeiða meira við evninum eftir mína vitjan, kunnu fáa ein faldara frá mær við eyka skrivivenjingum og góðum ráðum til at halda fram at arbeiða við munnligum skaldskapi og lýrikki.
- Lasse Thorning Jæger


Navn á verkstovuni: SKALDASLAM
Listafólk: Lasse Thorning Jæger
Listagrein: Bókmentir og skaldskaparlist
Slag: Verkstova
Longd: 3 - 6 tímar.
Tíðarskeið:  15.-19. januar 2024
Málbólkur: 4. - 10. Flokkur
Næmingatal: Undirvísingin er ætlað 10 - 30 næmingum
Høliskrøv: Ein skúlastova (ella líknandi) í ein heilan dag. Um møguligt ein tíma í einum fyrilestrasali við mikrofon og hátalara
Krøv til tøkni og útgerð: Uppvørpa og telda við internetsambandi í skúlastovuni. Ein mikrofon. Eitt lítið PA-anlegg ella líknandi. Pappír – bæði blonk og við linjum. Blýantar/kúlupennar
Mál: Føroyskt/danskt