TANN SKAPANDI MASKINAN
Fartelefonin, sum ofta í skúlahøpi verður mett sera neiliga, fær hjálpt okkum her sum ein skapandi maskina. Við mynd- og tekniappum kunna vit gera hendingagongd, taka upp við myndatólinum og klippa við ritstjórnarforritum. Alt hetta rúmast í lummanum hjá tær. Við at endurforrita snildfonina til eina skapandi maskinu fáast heilt nýggir møguleikar: øll kunnu vera við.
Filmsmiðilin er serstakliga hóskandi til næmingar.
Øll kunnu gera okkurt:
Ert tú heldur innanhokin, men hevur frálíkt hugflog? So fært tú ábyrgd av søguni!
Ert tú ein ordiligur teldunørdur? Fínt, vit skulu brúka fotofólk og klipparar!
Ert tú meiri opin ella ósmæðin? Fínt, vit hava brúk fyri leikarum!
Filmur er fyrst og fremst ein bókmentamiðil.
Handritið er av allarstørsta týdningi fyri eina og hvørja verkætlan – sostatt verður fyrst lagdur dentur á skapandi skriving í verkstovuni: Hvat er annars eitt gott hugskot? Hvørji hjálpartól hava vit í roynd og veru í skúlanum?
Tað næsta stigið er søgugongdin (storyboard): tað er tá ið listarfólk í flokkinum koma uppí. Vit arbeiða við at fremja myndapartin, við røttum myndamáli og úrdrátti.
Næstsíðsta stig er at fara at taka upp í felag: Hvussu brúkar ein fototólið rætt? Hvat er gott sjónleikaspæl?
Síðsti partur er, at vit ritstjórna saman og gera filmin hjá okkum lidnan.
Navn á verkætlanini: Tann skapandi maskinan (Die Kreativmaschine)
Listafólk: Jeremias Heppeler
Listagrein: Filmur
Slag: Verkstova
Longd: 3-6 tímar
Tíðarskeið: 11.-15. mars 2024
Málbólkur: 4.-7. flokkur, 8.-10. flokkur
Næmingatal: 24 næmingar
Høliskrøv: Flokshøli
Krøv til tøkni og útgerð: Snildfonir (annars fototól, teldlar og teldur)
Mál: Enskt/týskt