ENSEMBLE
í fýra dagar arbeiðir flokkurin saman við 2 yrkisfólkum í modernaður dansi og einum tónleikara.
ENSEMBLE snýr seg um at røra seg og vera saman í einum poetiskum rúmi við dansi, tónleiki og ljósi.
Við kropsligum ljóðnæmi, musikaliteti og uppmerksemi verður trivnaður og felagsskapur í flokkinum fínstillaður og styrktur. Felags ‘samljóð’ ger børnini før fyri at taka lut í hjartanemandi og sterkum listadansiformum.
Tað er flott bæði at síggja og at vera partur av. Harafturat hava vit royndir av, at verkætlanin í stóran mun er góð fyri felagsskap og trivnað í flokkinum.
Tann livandi tónleikurin er skrivaður serliga til ENSEMBLE, og meðan arbeitt verður, eru børnini eisini við í tónleikinum við stevi og røddum.
Øll verða so við og við til eitt stórt dansiENSEMBLE – og seinasta dagin bjóða vit fólki (øðrum flokkum og kanska foreldrum) inn at síggja og uppliva verkið.
Næmingar siga:
- Tað var so stuttligt!
- Eg visti ikki, at eg dugdi at dansa.
- Dansararnir vóru fittir og dugdu so væl at dansa.
- Tónleikurin og ljósið vóru góð at dansa í.
- Vit føldu, vit vóru við í einari ordiligar framførslu.
- Vit vildu ynskt, at fleiri kundu sæð okkum.
Lærari sigur:
Næmingarnir vóru sera hugtiknir av allari tilgongdini. Tey gloymdu tíð og stað og vóru stødd í upplivingini. Sum verkætlanin leið, kendu næmingarnir, at rørslur broyttust, og at tey dugdu betur at njóta tónleik og huglag. Tað vóru fleiri næmingar, sum vanliga ikki stíga fram, sum veruliga fingu flutt mørk – upp á tann góða mátan.
Navn á verkætlanini: ENSEMBLE
Listafólk: ENSEMBLE – Ellen Kilsgaard, Henriette Groth og Adrian Ulrich
Listagrein: Dansur og tónleikur
Slag: Longri verkætlan
Longd: 90 minuttir um dagin við hvørjum bólki. Verkstova mán-hósd + framsýning fríggjadag.
(eftir nærri avtalu við listarfólkini)
Tíðarskeið: 22. januar – 2. februar 2024
Málbólkur: 0.-3. flokkur, 4.-7. flokkur
Næmingatal: 2 bólkar á 24 næmingar
Høliskrøv: Reinur og hitaður salur uml. sum ein gomul fimleikarhøll.
Uml. 10x12 metrar. Minimum 3 metrar høgur. Skal kunna myrkaleggjast.
Krøv til tøkni og útgerð: Ljóðanlegg. Teaturlampur um til ber.
Mál: undirvísingin verður á donskum og enskum