ER TAÐ SOLEIÐIS TAÐ SKAL VERA??!
Ein tónlistarlig rørslugrundað orðaleys framførsla um sorg. Íblásturin er frá barnabókini hjá Peter Schössow (Ska det vara såhär??!). Ein lítil genta kemur dragsandi við eini reyðari tasku, hon virkar ill. Vinirnir royna at skilja. Ikki fyrr enn annar torir at spyrja, letur hon taskuna upp, og í henni liggur fuglurin hjá henni, deyður. Leikurin er bæði syrgiligur, skemtiligur og lýsir allar kenslur, sum sorgin kann vekja.
At tala um deyðan er ikki lætt. Endamálið við sýningini er at geva børnum høvi at møta deyðanum og sorgini sum hugtøkum uttan at uppliva, at okkurt ræðuligt er hent. Vaksin hava ofta ilt við ella vilja ikki tosa við børn um deyða og sorg. Tað hevur við sær, at tað er torført hjá børnum at vita, hvussu tey skulu málbera seg og bera seg at í torførum støðum. Tað hendir seg, at tað er ikki fyrr enn í einari bráðfeingis støðu, at barnið tosar við onkran um hesar kenslur fyrstu ferð. Endamálið við hesari sýning er at gera eitt rúm og ein møguleika, sum setur hol á evnið og fær samrøðuna í gongd.
Læraravegleiðing:
Til hesa sýning finst ein vegleiðing um, hvussu lærarin kann tosa/arbeiða við sínum næmingum um sýningina og evnið undan og/ella eftir sýningina.
Um bakgrundina hjá hesari sýning.
Koronakreppan rakti allan heimin, hon voldi órógv, deyða og sorg. Tað er týdningarmikið at lýsa hetta evnið, bæði staðbundið, í økjum og um allan heim. Tað er ikki ivi um, at deyði og sorg er komin mongum menniskjum nærri tey seinnu árini.
Navn á verkætlanini: ER TAÐ SOLEIÐIS TAÐ SKAL VERA??!
Listafólk: Kompani Tvärs
Listagrein: Livandi tónleikur, sjónleikur, sirkus
Slag: Framførsla
Longd: 35 minuttir
Tíðarskeið: 6.-12. mars
Málbólkur: 0.-3. flokkur
Næmingatal: minst 15 næmingar. Í mesta lagi uml. 250 til hvørja sýning, ella eftir avtalu. (Mest umráðandi at øll síggja, hvat ið hendir á pallinum)
Høliskrøv: Ein pallur( pallstødd: uml. 7x7 m, hædd í minsta lagi 4 m) í fimleikarhøll ella aðrastaðni.
Helst møguleika at myrkaleggja, men tað er ikki krav.
Krøv til tøkni og útgerð: Vit hava egna tøkniútgerð við (við ljósi og ljóði) + egnan tøkning.
Krevur 2x10 Amp ella 1 X16 Amp.