FØROYA GOLDEN RECORD
Í hesari verkætlan fara vit at skapa Føroya gyltu plátu (Føroyar Golden Record), umboðandi fjølbroytni í Føroyum. Í verkstovunum fara vit út, út í nattúruna, og vit fara at brúka flokshøli skúlans til tess at evna til myndir, listakortlegging, fotografi, framførslur, skaldskap, ljóðbrot og sjónbrot.
Fyri 45 árum síðani legði NASA eitt ‘tíðarhylki’; eina gylta plátu umborð á hvørt Voyager rúmdarfar (í 1977) til tess at boða rúmdini frá eini søgu um okkara verð. Henda gylta pláta hevur tónleik, ljóðupptøkur og fotomyndir.
Vit bjóða næmingum til at kanna í felag, hvat ið teirra pláta skuldi havt við, meðan tey uppliva landið gjøgnum ymsar miðlar; við at granska, gera royndir, siga søgur og skapa listarliga framsøgn. Um vit skuldu verið partur av rúmdarsøguni og skuldu sent eini boð út, hvat høvdu vit so valt? Hvat hevur týdning at festa á plátuna; umboðandi fólkið og alt annað lív í Føroyum og rundan um Føroyar (fugl, seyð, havsins lív)? Hvussu kunna vit greiða ‘áhoyrarum’ úti í rúmdini frá okkara gerandislívi, lutfalli í tíð/stødd, føroyskum eyðkennum og mentan?
Júst sum hin upprunaliga plátan vilja vit leggja dent á og brúka listarliga gransking í felag inni og úti til tess at savna MYNDIR – SØGUR – LJÓÐ um mentan og náttúru.
Vit fara at arbeiða við ymsum sløgum av miðlum til tess at savna eina fjølbroytta mynd av Føroyum; skapilsi, luktir, litir, siðir, gerandislív, djór, mál, sangir.
Føroya gylta pláta vísir, hvat finst í Føroyum, og harafturat – ikki minni umráðandi – sigur hon søguna um, hvussu yngsta ættarliðið heldur, at tað er at liva í hesum parti av heiminum.
Navn á verkætlanini: FØROYA GOLDEN RECORD
Listafólk: Eva Bullens og Floortje Zonneveld
Listagrein: List og føroyskur mentanararvur
Slag: Longri verkætlan
Longd: 4 dagar við einum bólki í 2-4 vikur (skúlarnir samskipa tímatalvu við listarfólkunum)
Tíðarskeið: 26. februar til 22. mars
Málbólkur: 4.-7. flokkur, 8.-10. flokkur
Næmingatal: 30 næmingar
Høliskrøv: Vanligt flokshøli + 1 annað høli (kann vera annað flokshøli/gomul fimleikahøll, partur av gongini osfr.)
Krøv til tøkni og útgerð: Kanón ella samvirkin talva.
Mál: Enskt