ASKUR OG PRINSESSAN Á TÍ HVÍTA HESTINUM

Stuttligur og poetisk sjónleikur um vinarlag og ymiskleika.

Við livandi tónleiki, yrkingum, dukkum og operasangi tekur leikurin støði í tí kenda ævintýrinum um Øskufíu. Ein gandaverð vaknar á pallinum, tá tveir tónleikarar, ein operasangari og ein dukkuførari møtast.

Børnini uppliva eina verð av ljóði, rytmu og løgum. Ein heimur, har tónleikurin sigur søgur eins væl og orð og gerðir. Sjónleikurin brúkar bæði klassiska operu og heilt nýggjan tónleik.

Tann stilli Askur og hin virkisfúsa prinsessan Primula eru tvey heilt ólík børn. Kortini hava tey nógv í felag. Tey passa ikki ordiliga inn, og tey vaksnu lurta ikki eftir teimum. Prinsessan sleppur ikki at taka hestin inn í stovuna, og beiggjarnir hjá Aski spæla ikki við hann. Men sjálvt um tað kann vera torført at finna onkran at spæla við, má mann royna. Tí at kanska fær mann kortini ein nýggjan vin.....

Tónleikur og ævintýr
Akkurát sum tað eru nógvir mátar at spæla, eru nógvir mátar at spæla tónleik. Okkara framførsla er full av sangi og tónleiki. Visti tú t.d., at tað ber til at spæla upp á eina sag? Og upp á eina gamla ruskspann?

Tónleikurin hevur støði í Gioacchino Rossini operuni La Cenerentola (Øskufía), men tónasmiðurin Pernille Sejlund hevur spælt sær við tann verandi tónleikin og smíðað nýggjar sangir til sjónleikin.

Trailer:
https://vimeo.com/524169418/276712d2dc 

Í verkstovuni aftaná tosa vit um temuni í leikinum og spæla við rytmu, rím og ramsur. Vit læra at syngja sangin hjá Aski og kanna tónleiksins møguleikar við samanspæli, ferð og lag.


Navn á verkætlanini: ASKUR OG PRINSESSAN Á TÍ HVÍTA HESTINUM  
Listafólk: Musikteatret SAUM 
Listagrein: Tónleikasjónleikur
Slag: Framførsla (og møguleiki til verkstovu)
Longd: 35 minuttir (tað ber til at hava tvær framførslur sama dag á sama skúla)
Tíðarskeið: 18.-22. mars 2024
Málbólkur: 0.-3. Flokkur
Næmingatal: 100 næmingar (ein flokkur til verkstovu)
Høliskrøv:  Pallstødd: í minsta lagi 5m breiður x 6m djúpur. Hædd í minsta lagi 3 m. Hølisstødd til samans í minsta lagi 8 x 12 m. Partvís myrkalegging hevði verið gott, men er ikki eitt krav.
Krøv til tøkni og útgerð: Streymur: 1stk vanl. 230V/10A (í hølinum ella í nánd)