Ein konsert við føroyska bólkinum BLUE COAT BRASS BAND
Longd: Konsert 45 minuttir.
Tíðarskeið: 14. - 20. januar 2020
Ein konsert við føroyska bólkinum BLUE COAT BRASS BAND
Longd: Konsert 45 minuttir.
Tíðarskeið: 14. - 20. januar 2020
Myndlistalig verkstova við støði í sjálvsmyndini og føroyska landslagnum. Á verkstovuni fáa næmingarnir innlit í ymsar tekni- og málivenjingar, stop-motion-filmi og/ella live-framførslu, her fantasiur og veruleiki møtast
Longd: 4 heilir dagar á hvørjum skúla
Tíðarskeið: 7. - 31. januar 2020
Miké er í miðjuni við einari trummu og syngur, meðan Jesper og Heðin eru hvørjumegin við við sínum elektronikki, og saman improvisera teir tónleikin.
Longd: 60 minuttir
Tíðarskeið: 27. - 31. januar 2020
Jazzverkstova og konsert við næmingum úr Improbasen i Noregi. Næmingarnir brúka ljóðføri í samspæli við hvønnannan og lærararnar og læra ymsan teknikk og at fáa gott samband við jazz og improvisasjón
Longd: Konsert 45 minuttir. Verkstova 3 tímar
Tíðarskeið: 27. - 31. januar 2020
Ein lívsjáttandi søga um ein dapran biðimann, ið ikki bara ger tað, sum biðimenn gera, men eisini kann tosa við tey deyðu!
Longd: 45 minuttir
Tíðarskeið: 17. - 21. februar 2020
Søgan um Sofíu og ommuna søgd í einum hugaheimi av eksperimenterandi raddnýtslu, einum fjalli av kaðalum, mikrofonum, animeraðum pallsmíði og koreograferaðum live-elektronikki
Longd: 35 minuttir
Tíðarskeið: 25. februar - 3. mars 2020
Vit gera ein animatiónsfilm saman í løtuni og fara á eina sansaliga ferð gjøgnum ævintýrlig landsløg av ljósi og ljóði, skugga og gangi
Longd: 50 minuttir
Tíðarskeið: 9. - 13. mars 2020
Ein publikumsinkluderandi, tvørlistarlig framførsla, ið fagnar tað danska-føroyska sambandið
Longd: 45 minuttir
Tíðarskeið: 9. - 13. mars 2020
Uppliv sambandið við eitt djóraslag úr einum listaligum og óvæntaðum sjónarhorni. Børnini skulu í samstarvi við mjølmaðkar skapa eina lítla standmynd úr skúmplasti
Longd: 2 dagar
Tíðarskeið: 9. - 13. mars 2020
Konsert við realljóðupptøkum úr fysiskum tilfari, ið er savnað saman í føroysku náttúruni. Á pallinum verða steinar, plastburturkast, greinar o.a. til musikkinstrument
Longd: 60 minuttir
Tíðarskeið: 23. - 27. mars 2020
Blick er eitt vísindaligt sirkus fyri fólk í øllum aldri við eini røð av óvæntaðum hendingum afturvið framførslu av einum live soundtrack
Longd: 45 minuttir
Tíðarskeið: 30. mars - 5. apríl 2020
Glas merkir rødd á bulgarskum, og við røddini sum amboði standa seks kvinnur til reiðar at lata eina kensluríka konsertuppliving við bulgarskum fólkavísum í modernaðari trý-seks-raddaðari útseting
Longd: 45 minuttir
Tíðarskeið: 30. mars - 3. apríl 2020
Ein verkstova har vit blanda plastrusk við klædnatøkni til listaverk, sum skulu skapa uppmerksemi og gevur fólki íblástur til at brúka annað tilfar enn plast
Longd: 1 dagur
Tíðarskeið: 2. - 10. mars 2010