Færøfejring

EIN TVØRLISTARLIG FRAMFØRSLA KVEIKT ÚR FØROYSKARI MENTAN

FÆRØFEJRING er ein tvørlistarlig framførsla, ið bjóðar áskoðarunum at taka lut í framførsluni. Á FÆRØFEJRING verða áskoðarnir presenteraðir fyri vanum og siðum, ið eru kveikt úr føroyskari mentan og síðani tulkað í listarligum framførslum innan tónleik, film, skaldskap, sjónleik o.ø.

Eitt lið av listafólkum og mentafólkum hava latið sín lut í tí listagreinini, sum tey arbeiða við. Soleiðis verður framførlsan sett saman av smáum brotum, sum ymisk listafólk hava skapað og harvið latið síni boð upp á føroyska mentan.


Heiti: Færøfejring
Listafólk: Tam Vibberstoft
Málbólkur: 8. - 10. flokkur
Tal á næmingum: 10 - 30
Høli: -
Krøv: Einfalt anlegg og mikrofon. Videouppvørpa.
Longd: 45 minuttir
Tíðarskeið: 9. - 13. mars 2020