Resterne af Rigsfællesskabet
TÓNLEIKALIG SAMRØÐA UM RÍKISFELAGSSKAPIN
RESTERNE AF RIGSFÆLLESSKABET er ein trio úr Grønlandi, Danmark og Føroyum. Sum heitið bendir á, kemur samleikin hjá bólkinum úr ríkisfelagsskapinum. Bólkurin roynir at lýsa ríkisfelagsskapin á ein abstraktan hátt við vón um, at hetta gagnar almenna kjakinum.
Endamálið er at fáa næmingarnar at tosa saman og at brúka samrøðuna í tónleikinum. At hava eina veruliga samrøðu fyrst og síðan eina tónleikaliga samrøðu (improvisatión) er ein máti at bjóða næmingunum inn í tónleikin og at fáa tey at ímynda sær ymist í tónleikinum og ljóðunum sum heild.
Heiti: Resterne af Rigsfællesskabet
Listafólk: Miké Thomsen (GR), Jesper Pedersen (DK), Heðin Ziska Davidsen (FO)
Málbólkur: 4. - 7. flokkur | 8. - 10. flokkur
Tal á næmingum: 20 - 80
Høli: Uml. 3 x 6 metrar gólvpláss
Krøv: Sanganlegg. Fyriskiparar hava møguleika at skaffa útgerð, um okkurt manglar.
Longd: 60 minuttir
Tíðarskeið: 27. - 31. januar 2020