Paradís

EIN LÍVSJÁTTANDI SØGA UM EIN JARÐARFERÐARMANN, SUM TOSAR VIÐ TEY DEYÐU

PARADÍS er ein lívsjáttandi søga um ein jarðarferðarmann. Leikurin blandar van­ ligan sjónleik við dukkuleik, og tey seinnu árini er sýningin spæld út við 150 ferðir í Danmark og í útlondum, bæði sum barna­ leikur og fyri vaksnum.

Leikurin tekur støði í eini bók hjá Kim Fupz Aakeson av sama navni og letur upp fyri týðandi samrøðum um lív og deyða. Hóast nógv tala er í leikinum, er eisini nógv at eygleiða. Leikurin er sera skemtiligur og er – hóast evnið – hvørki tungur ella dapur.


Heiti: Paradís
Listafólk: De Røde Heste
Málbólkur: 4. - 7. flokkur
Tal á næmingum: 20 - 80
Høli: Myrkalegging. Høli á í minsta lagi 6,5 x 10 metrar og 2,75 m loftshædd.
Krøv: Vanligur 240 V streymur.
Longd: 45 minuttir
Tíðarskeið: 17. - 21. februar 2020