Samljóðkonsert

KONSERT VIÐ REALLJÓÐUPPTØKUM ÚR FYSISKUM TILFARI, IÐ ER SAVNAÐ SAMAN Í FØROYSKU NÁTTÚRUNI. Á PALLINUM VERÐA STEINAR, PLASTBURTURKAST, GREINAR O.A. TIL LJÓÐFØRI

SAMLJÓÐKONSERT er ein konsertrøð við donsku duoini LYD PORT. Tónleikurin verður framleiddur úr veruligum ljóð- upptøkum og úr tilfari, ið er savnað saman í føroysku náttúruni. Á pallinum verða steinar, plastburturkast, greinar o.a. ið er savnað saman í Føroyum, umskapað til ljóðføri, tá tey verða send gjøgnum maskinurnar hjá duo’ini og umskapað til eina vakra heild.

Til SAMLJÓÐKONSERTina verða næmingarnir bodnir inn í ein fjálgan ljóð- heim, har teir læra um nýggjar síður av ljóðunum og hugmyndunum, sum teir kenna so væl úr sínum nærumhvørvi.

Konsertin verður framførd í einari fimleikarhøll ella stórum sali, har næmingarnir, um til ber, kunnu liggja á madrassum við kámum ljósi og kenna tónleikin streyma.


Heiti: Samljóðkonsert
Listafólk: LYD PORT
Málbólkur: 0. - 3. flokkur | 4. - 7. flokkur | 8. - 10. flokkur
Tal á næmingum: 50 - 400
Høli: Høli við gólvplássi, fimleikahøll, aula, stór skúlastova e.l. gjarna við møguleika fyri dempaðum ljósið. Madrassur, fimleikamottur, sekkjastólar e.l. og evt. teppi.
Krøv: PA anlegg
Longd: 60 minuttir
Tíðarskeið: 23. - 27. mars 2020