KLASSISKT
KLASSISKT er ein konsert, sum tekur teir ungu áhoyrarnar við eina tónleikarliga ferð inn í klassiska tónleikaheimin. Áhoyrararnir fara at ferðast úr barokktíðini til dagin í dag og vitja bæði Italia, Týskland, Frakland, Ongland og Føroyar. Framførslan hevur bæði dans, rørslu og sjónleik til tess at vekja fleiri sansir og lýsa tónleikin.
Í dagsins samfelag er ikki munur á tónleikinum tey kongaligu og tey ikki-kongaligu lurta eftir. Øll í vælferðarlondum hava umleið somu møguleikar, og hvør einstaklingur hevur rætt at ráða í sínum egna lívi. Men livikorini, tá ið ferðin byrjar, eru næstan heilt øvut.
KLASSISKT lýsir, hvussu menniskju gjøgnum tíðirnar verða sameind í sínum kærleika til tónleik og mentan, hóast tað eru stórir stættarmunir gjøgnum alla søguna.
Á ferð gjøgnum 6 ymisk lond í Evropa lýsir konsertin, hvussu samfelagið sá út frá 1600 talinum og til í dag. Hvørt land verður býtt í tvey: tey ríku og tey fátæku, og munirnir millum samfelagsstættirnar verður vístur gjøgnum tónleikin. Munurin er størstur í fyrstani, men sum tíðin er liðin, og samfeløgini hava ment seg, minkar munurin millum tann “ríka” og tann “fátæka” tónleikin.
KLASSISKT var í 2022 skotin upp sum ársins besta skúlakonsert til YAMawards (Young Audience Music).
Konsertin fortelur næmingunum um klassiskan tónleik og hansara ymisku stílsløg og tíðarskeið. Konsertin vísir teir nógvu stílar, sum finnast í klassiskum tónleiki, og hvussu samfelagið hevur broytt tónleikastílin tey seinastu tíggjuáraskeiðini. Tað er okkara vón, at hesin inngangur til klassiskan tónleik fer at vekja forvitni í næmingunum um hetta tónleikaslag.
Navn á verkætlanini: KLASSISKT
Listafólk: Ensemble Eiradís
Listagrein: Tónleikur
Slag: Framførsla
Longd: 40 minuttir
Tíðarskeið: 20.-24. novembur
Málbólkur: 4.-7. flokkur
Næmingatal: 150 næmingar
Høliskrøv: Nakað stórt høli, sum t.d. fimleikarhøll ella samkomuhøll.
Krøv til tøkni og útgerð: Eingin útgerð neyðug
Mál: Føroyskt