GERANDISSKULPTURAR

Á verkstovuni fara vit at gera relieffir og/ella skulpturar úr tilfari, sum vit hava savnað saman í felag í umhvørvinum kring skúlan. Tað tilfar, vit hava savnað saman, tosa vit um, og síðani seta vit tað saman til ymisk úttrykk. Endamálið við verkstovuni er at kanna umhvørvið kring okkum, og hvussu vit kunnu seta úttrykk á hetta, og okkara tankar og kenslur um hetta evnið.

Endamálið er, at næmingurin fær eina breiðari fatan av øllum tí spenannandi, merkiliga, ljóta, vakra tilfarinum, sum er kring okkum alla tíðina. Vit fara at tosa um, hvat stødd, lutfall, formur, tilfar, litir osfr. merkir og hvussu vit kunnu brúka hetta, tá vit skapa.

Verkstovan byrjar við at vit fara út at savna tilfar. Síðani hyggja vit eftir tí og tosa um tilfarið. Hareftir fara vit so í gongd við at brúka hugflog og gera skulpturell verk úr tilfarinum. Verkstovan endar við eini framsýning av tí, sum næmingarnir hava gjørt. Á framsýningini greiða næmingarnir frá sínum verki og tonkunum attanfyri verkið fyri hinum næmingunum.


Navn á verkætlanini: GERANDISSKULPTURAR
Listafólk: Jóhan Martin Christiansen Mál: Føroyskt
Listagrein: Myndlist
Slag: Longri verkætlan
Longd: 12 skúlatímar á hvørjum skúla
Tíðarskeið: Novembur 2023
Málbólkur: 4.-7. flokkur, 8. - 10. flokkur
Næmingatal:  24 næmingar
Høliskrøv: Eitt felagshøli í hóskandi stødd, alt eftir hvussu nógvir næmingar luttaka. Pláss skal vera til nøkur borð og á gólvinum til at arbeiða.
Krøv til tøkni og útgerð: Borð, saksar/hobbyknívar, límpistólar, máling, og annað vanligt tilfar, sum er í evningsstovum.
Mál: Føroyskt