SAMBA SLAGVERK

Samba hevur eggjandi og orkumikla suðuramerikanskar rytmur og er eitt tað best umtókta toymismennandi virksemi, sum er til. Tað er skjótt og einfalt, og tað vekir sansirnar. Felagsorkan í trummuslátti fær skjótt rikið smædni burtur, og tú gerst styrkt og hvíld. Bólkaundirvísingin skal enda við eini stuttari framførslu. Ver til reiðar at hoyra nakað av gangi!

Virksemi í trimum pørtum:
1) Fyrsti partur verður undirvísing um røtur og bakgrund hjá samba og nøkur einføld spøl til tess at sjóða bólkin saman; sosialt samanspæl og vísa á, at tað er neyðugt at lurta eftir hvørjum øðrum og arbeiða saman, so at ein fær í lag ta neyðugu kensluna av einum rytmiskum orkestri. Serstakliga leggja vit dent á at slappa av og at sleppa kropsspenningum.

2) Annar partur:  Ljóðførini verða løgd í ein hálvring framman fyri bólkin og kunnað verður um hvørt einstakt teirra, við navni og frágreiðing um tess leiklut. Nú byrja næmingarnir at ansa eftir, hvat ljóðføri tey høvdu viljað roynt at spælt. Tá ið øll ljóðførini eru víst fram, kunna næmingarnir peika upp og sleppa at spæla upp á tey, eitt og eitt ljóðføri.

3) Triðji partur: Nú læra vit tær ymiskar einfaldu rytmisku frasurnar, sum verða settar saman til eitt meira samansett lag. Tað skula ofta nakrar royndir til, áðrenn tað riggar. Børnini varnast, hvussu grundleggjandi týdningarmikið toymisarbeiði er í hesum føri, tá ið tey minnast til at lurta og telja saman.


Navn á verkætlanini: SAMBA SLAGVERK
Listafólk: Samansamba / James Goodwin and Markus Fríði Hammer
Listagrein: Tónleikur
Slag: Verkstova
Longd: 50 minuttir
Tíðarskeið: 26/10, 30/10, 2/11, 6/11 ella 13/11
Málbólkur: 4.-7. flokkur
Næmingatal:  24 næmingar (2-3 flokkar í sama skúla)
Høliskrøv:  ein miðalstór ella stór høll er best. Smærri høli eru ikki hóskandi til ljóðstyrkina.
Krøv til tøkni og útgerð: Mikrofon, bundin í samband við áhoyrarar er nyttugt, men ikki avgjørt neyðugt.
Mál: Føroyskt