TEKNING BURTUR FRÁ STRIKUNI

At læra at seta fokus og læra um perspektiv. Læra at síggja øðrvísi enn tað, mann sær “normalt” ígjøgnum eygað, og við tekningum læra, hvussu ljós og skuggar kunnu flyta tekningina til tað, sum vit síggja.

Tey flestu halda seg ikki duga væl at tekna tá tey koma í ein vissan aldur. Vit kenna frá barnagarðsbørnum at tey eru meir stolt av tí sum tey tekna og halda ofta at teirra er tað flottasta. Hetta er tí at tey ikki síggja eins og vit vaksnu gera. Tey eru ikki komin útum strikuprosessina og er tað her at tekningar gerðast livandi og at tey flestu gevast at tekna. Øll kunnu læra at tekna og er hetta ein teknikkur meir enn nakað annað. Eg vil byrja við at greiða børnunum frá um hvussu tekning hevur fungera fyrr og nú. Hvussu lætt og stuttligt tað kann vera at læra at tekna alt frá einum rundingi til t.d. eina flotta mótatekning, ella eitthvørt tey hava áhuga í at læra. Læra eyguni at seta fokus á tað rætta fyri at fáa tekningina flotta og væl gjøgnumførda. Hetta skal vera stuttligt og fyri øll sum kunnu halda í einum blýanti. Vit brúka helst ikki viskileður men fara at læra at tekna skjótt og byrja av nýggjum heldur enn at viska, soleiðis at man sær alla prosessuna. At tekna handlar um at læra at síggja tað sum eyga veruliga sær.


Listafólk: Frida Poulsen
Listagrein: Myndlistafatan
Slag: Verksmiðja
Longd: 3-4 skúlatímar
Tíðarskeið: 21.–27. februar 2022
Málbólkur: 0.–3. flokkur, 4.–7. flokkur, 8.–10. flokkur
Næmingatal: Í minsta lagi 2 og í mesta lagi 30
Høli: Vanlig skúlastova ella ítrivshøli
Krøv: Hvítt pappír og góðar blýantar