OLDSCHOOL — Ein bardagi ímóti aldurdóminum

Oldschool er ein stórfingin og ómetaliga stuttlig breakdance-sýning um tríggjar gamlar menn, sum brádliga vakna á einum ellisheimi.

Tá ið vit hava tað stuttligt, gongur tíðin alt ov skjótt. Ein dagin vakna breakdansararnir í Absence brádliga, og tíðin er runnin frá teimum. Teir sita á ellisheimi gráhærdir og ristast, har dagsins týdningarmesta starv er bingo og ein kaffimunnur. Hóast kroppurin ikki er tað, sum hann einaferð var, fara teir tríggir breakdansarrnir í Absence í stríð móti ellini fyri at hava eina síðstu stórfingnu framførslu. Oldschool er ein sýning um lívsins gleðitilboð og forgeingiligleikar, sum seta lívið í rætta høpið. Við breaking, gamansemi og fittari nøgd av mjadnarbrótandi loftfimleiki vísir Absence, at tað als ikki nýtist at vera keðiligt at gerast gamal.

 
 

Listafólk: Tríggir dansarar úr dansibólkinum Absence
Listagrein: Dansur, sjónleikur, breakdance
Slag: Sýning
Longd: Sýningin varir í 45 min.
Tíðarskeið: 21. – 25. mars 2022
Málbólkur: 0.–3. flokkur, 4.–7. flokkur, 8.–10. flokkur
Næmingatal: Einki mestatal, vit vilja hava so mong sum gjørligt
Høli: Hølini skulu kunna gerast heilt myrk, 5–7 m breidd, 5–7 m dýpd
Krøv: Ljóðanlegg. Harumframt ynskja vit at læna eina sofu og tveir stólar til framførsluna