FYRSTA CINE-KONCERT MÍN
‘Fyrsta Cine-konsert mín’ er ein stuttligur og skemtiligur háttur hjá teimum yngstu at fáa kunnleika um Rossini, Moussorgski, Beethoven, Stravinsky, Mendelssohn, Beethoven, Grieg, Bach, Delibes ella enntá Mozart. Tveir franskir tónleikarar, Clémence Gaudin við kontrabass og violin og Bruno Goddard við fagott og tvíhálsaðari ukulele, spæla og vitja av nýggjum klassiskar leikskráir úr 5 animeraðum stuttfilmum og fagna óvæntaðum tilburðum og muni.
‘Fyrsta Cine-konsert mín’ er ein uppliving, ið bæði er ein konsert og ein filmssýning, ein cine-konsert. Meðan ein filmur verður sýndur, spæla tónleikarar filmstónleikin, eins og gjørt varð í stummfilmum fyrst í 20. øld, tá ið biografar vóru list, ið hoyrdi marknaðarplássum til. ‘Fyrsta Cine-konsert mín’ er í samsvari við hetta. Eins og leikstjóri og sjónleikari fáast við leik, lesa Bruno og Clémence klassiska tónleikin av nýggjum til tess at gera hann til nakað serstakt, sum gerst teirra egni. Heiti klangurin av fagott, og kontrabassurin, sum verður strokin ella gníggjaður, lata upp dyrnar fyri skjálvtunum, ið kennast av klassiska tónleikinum saman við andanum av improviseraðum jazzi. Tá ið spælt verður akustiskt, ljóða ljóðførini sum best, og stundum flyta tey seg um mørk og gerast til ljóðeffektir. Klassiska leikskráin er endurskapað, eins og var talan um uppruna filmstónleik. Eins og í filmum er framførdi tónleikurin í Cine-konsertini í samsvari við kenslurnar hjá leikarunum og stuðlar upp undir frásøgnina. Tá ið frásøgnin kann standa sjálv, er tónleikurin ikki til staðar.
Listafólk: tveir tónleikarar úr bólkinum Dulciné
Listagrein: Cine-Konsert tónleikur + biografur
Slag: Sýning við live tónleiki
Longd: Filmkonsertin varir 35 minuttir
Tíðarskeið: 14.–18. februar 2022
Málbólkur: 0 – 3. flokkur
Næmingatal: 20 til 100
Krøv: Uppvørpu