TEIR 12 MÁNAÐIRNIR

Í samstarvi við tónaskaldið Páll Sólstein framførir EKA yrkingarnar “Teir 12 mánaðirnir” hjá prestinum Lisbeth Smedegaard Andersen. Tónleikurin verður framførdur við klaveri, trompet, saksofon, sangi og slagverki. Teksturin er á føroyskum, og hvør einstakur mánaður hevur eina nýggja og øðrvísi ljóðførissamanseting, sum í sær sjálvum ger konsertina spennandi og hendingaríka. Yrkingatýðari er Nicolina Dahl.


Listafólk: EKA tri við Kristina Thede Johansen, Ernst Dánjalsson Remmel, Aksel Dánjalsson Remmel
Listagrein: Tónleikur
Slag: Framførsla
Longd: Verða allir 12 mánaðir framførdir, er framførslan beint undir ein tíma
Tíðarskeið: 17.–21. januar 2022
Málbólkur: 4.–7. flokkur, 8.–10. flokkur
Næmingatal: 6–120
Høli: Rímiliga stórt høli
Krøv: Klaver og el