BARNA SWAY

Vit bjóða næmingum til eina interaktiva a capella jazzframførslu við SWAY, ið tekur børnini við inn í jazzin gjøgnum kend barnaløg. Vit læra tey ymisk jazz eyðkenni, á teirra støði, ígjøgnum sang, sjónleik og dans. Børnini sleppa at vera við í framførsluni við at syngja ymiskar harmoniseringar, sum til samans forma akkordir, samstundis sleppa tey at royna seg eitt sindur við vokalimprovisering o.ø.


Listafólk: Trio’in SWAY við Marionnu Winther Nagata, Daniu O. Tausen og Katrinu Olsen
Listagrein: Tónleikur, sjónleikur og dansur
Slag: Framførsla
Longd: 45 minuttir
Tíðarskeið: 10.–14. januar 2022
Málbólkur: 0.–3. flokkur
Næmingatal: í minsta lagi 10
Høli: Eingi serlig krøv
Krøv: Tað er best, um ljóðanlegg er tøkt, er hølið stórt